Svøríki hevur betri HM-søgu - Danmark hevur betri EM-søgu

Okkara norðurlendsku brøðratjóðir hava minnilig úrslit í landsliðsfótbólti

Teir bestu hjá Svøríki og Danmark í hesari øldini, Zlatan Ibrahimovic og Christian Eriksen

Teir bestu hjá Svøríki og Danmark í hesari øldini, Zlatan Ibrahimovic og Christian Eriksen

Danmark og Svøríki eru í holt við allarseinastu fyrireikingarnar til EM-endaspælið.

 

Danmark er í bólki B saman við Belgia, Finnlandi og Russlandi. Danmark spælir móti Finnlandi leygardagin klokkan 17. Talan er um fyrsta endaspælið nakrantíð hjá Finnlandi, og er Danmark greiður favorittur til at vinna dystin.

 

Svøríki er í bólki E saman við Spania, Pólandi og Slovakia. Svøríki spælir móti Spania mánakvøldið klokkan 20.

 

Bæði Danmark og Svøríki hava bæði eina stolta fótbóltssøgu. Tey fremstu úrslitini hjá Svøríki eru meira í HM-høpi meðan tey hjá Danmark eru meira í EM-høpi. 

 

Danmark vann EM-gull í 1992, og Danmark rakk hálvfinalunum bæði í 1964 og í 1984.  Í 2004 vann Danmark seg í fjórðingsfinalurnar.

 

Svøríki vann seg í hálvfinalurnar í EM-kappingini á heimavølli í 1992. Í 2004 vann Svøríki seg í fjórðingsfinalurnar.

 

HM-søgan hjá Svøríki er munandi stoltari. Svøríki vann seg í hálvfinalurnar í 1938, vann bronsu í 1950, og vann silvur á heimavølli í 1958. Í 1974 vann Svøríki seg í millumumfarið, og í 1994 vann Svøríki bronsu aftaná eitt minniligt HM-endaspæl. Í 2018 vann Svøríki seg í fjórðingsfinalurnar. 

 

Besta HM-úrslitið hjá Danmark er ein fjórðingsfinala í 1998. Í 1986, 2002 og í 2018 vann Danmark seg í áttandapartsfinalurnar.

 

Svøríki hevur vunnið seg í 12 HM-endaspøl, og Danmark hevur vunnið í fimm HM-endaspøl gjøgnum tíðirnar.

 

Komandi EM-endaspælið er níggjunda endaspælið hjá Danmark. 

 

Talan er um sjeynda EM-endspælið hjá Svøríki. Tó hevur Svøríki vunnið seg í seks EM-endaspøl á rað. 

 

 

 

 

 

 

 

Teir bestu hjá Svøríki og Danmark í hesari øldini, Zlatan Ibrahimovic og Christian Eriksen

Teir bestu hjá Svøríki og Danmark í hesari øldini, Zlatan Ibrahimovic og Christian Eriksen