Svøríki og Finnland hava latið inn umsókn um Nato-limaskap

Nato-sendifólk úr Svøríki og Finnlandi hava í morgun latið inn landsins umsóknir um limaskap í Nato.

Svenska uttanríkisráðfrúan, Ann Linde, skrivar undir svensku umsóknina um Nato-limaskap (Mynd: 10060 Henrik Montgomery/TT/Ritzau Scanpix)

Svøríki og Finnland hava í morgun alment latið inn umsóknir teirra um limaskap í verjusamgonguni Nato.

Tað varð gjørt við eitt lítið hátíðarhald á høvuðsstøðini hjá Nato í Brússel.

Tað vóru Nato-sendifólk frá teimum báðum londunum, sum lótu Nato aðalskrivaranum, Jens Stoltenberg umsóknirnar.

Umsóknirnar vórðu undirskrivaðar av uttanríkisráðharrunum í teimum báðum londunum í gjár.

Formligu avgerðirnar um at søkja um limaskap vórðu tiknar dagarnar frammanundan.

Í báðum londunum kom Nato-spurningurin skjótt á dagsskránna eftir at Russlandi gjørdi innrás í Ukraina.

/ritzau/

 

 

Svenska uttanríkisráðfrúan, Ann Linde, skrivar undir svensku umsóknina um Nato-limaskap (Mynd: 10060 Henrik Montgomery/TT/Ritzau Scanpix)