Svøríki og Finnland nærri NATO limaskapi

NATO limalondini hava góðkent, at Svøríki og Finnland kunnu koma uppí

Jens Stoltenberg við umsóknarskjølum hjá Finnlandi og Svøríki (Mynd: 10510 Wiktor Nummelin/Ritzau Scanpix)

Nú byrjar formliga arbeiðið at innlima Svøríki og Finnland í NATO felagsskapin.

 

Tað hendir, eftir at øll 30 limalondini í NATO hava skrivað undir, at tey bæði norðurlondini kunnu gerast partur av verjusamgonguni.

 

Hesum boðaði Jens Stoltenberg, NATO aðalskrivari, frá á fundi í Brússel í dag.

 

– Hetta er ein góður dagur fyri Svøríki og Finnlandi, segði Jens Stoltenberg sambært Ritzau.

 

– Við 32 londum kring borðið koma vit at verða enn sterkari, og fólkið í londunum verða enn tryggari, segði hann.  

 

Tað ganga væntandi fleiri mánaðir, áðrenn øll formlig viðurskifti eru avgreidd við limaskapinum hjá Svøríki og Finnlandi. Limaskapurin skal endaliga góðkennast bæði í londunum og í NATO.

 

Jens Stoltenberg við umsóknarskjølum hjá Finnlandi og Svøríki (Mynd: 10510 Wiktor Nummelin/Ritzau Scanpix)