Svøríki vann U21-EM

Norðurlendskur sigur í ungdómsendaspæli

Seinastu vikurnar hevur U21-EM í mansfótbólti verið leikt í Kekkia. Í gjár skuldi slagið um meistaraheiðurin standa, tá ið Svøríki og Portugal brustu saman.

 

Av profilum hjá liðunum báðum kunnu nevnast svenski Ludwig Augustinsson hjá FCK, sum Liverpool sigst vera áhugað í, og portugisiski William Carvalho, ið umboðar Sporting Lissabon.

 

Talan var um ein sera javnan dyst, tí at tá ið teir obligatorisku 90 minuttirnir vóru leiktir var støðan framvegis 0-0. Í longdu leiktíðini eydnaðist tað heldur ikki nakað av liðunum at skora, og so var neyðugt við brotsparkskapping. 

 

Í brotsparkskappingini vóru tað tó sviðarnir, ið vóru stinnari. Brotssparkskappingin endaði 4-3 til Svøríki, og sostatt hevur Svøríki vunnið sítt fyrsta EM-heiti í U21-fótbólti nakrantíð.