Svóvu rúsin út í Eiffelttorninum

Eftir ein harðan túr í býnum vórðu tveir amerikanskir ferðamenn mánamorgunin funnir sovandi í eyðkenda Eifeltorninum í París.

 

Teir druknu amerikanararnir høvdu sunnukvødlið um 22.40 tíðina keypt atgongumerkið til tornið. Á veg niður eydnaðist teimum at sníkja seg fram við nøkrum girðingum, skrivar tíðindastovan AFP.

Trygdarvørðar funnu teir millum aðru og triðju hædd á torninum, har vitjandi vanliga ikki hava atgongd. Sigast skal, at fyrst hædd er 110 metrar uppi í torninum.

Sløkkiliðisfólk og serfrøðingar í bjargingartiltøkum í vandamiklum hæddum vórðu boðsend at fáa teir burtur, sigur løgreglan.

Óbodnu gestirnir vórðu síðani førdir til avhoyringar á eini løgreglustøð.

– Eftir øllum at døma var tað í fyllskapi, at teir vórðu strandaði í torninum, sigur ákærumyndugleikin.

Rokið av teimum báðum amerikonsku ferðamonnunum førdi til, at tornið mánadagin lat upp ein tíma seinkað.

/ritzau/

 

Útsýnið yvir París er sera gott úr Eiffeltorninum:

##med2##

 

##med3##

 

##med4##