Swangah í REX

Enn ein útisetabólkur fer á pall í REX, tá Swangah kom heim á klettarnar at spæla fyri rapphungrandi føroyingum.

 

Enn ein útisetabólkur fer á pall í REX, tá Swangah kom heim á klettarnar at spæla fyri rapphungrandi føroyingum.

Í gjárkvøldið fyltu Páll Finnur Páll REX, í so stóran mun, at longu tíðliga var heilt útselt, og øll trappugongdin í klubbanum var full av skuffaðum fjepparum, ið vóru ov seinir at tryggja sær atgongurmerki.

Men 28. desember fer enn ein útisetabólkur við hvøssum og ofta ónærisligum tekstum á pall í REX. Tá Swangah fara at royna at endurtaka bragdið hjá Páll Finnur Páll

Swangah hava ikki spælt í Føroyum í nakrar mánaðir, men enn stendur framúr framførslan á Summarfestivalinum eftir, sum nakað heilt serligt.