Swangah klokkan 02:15

Klokkan 02:15 koma Ragnar og Steen Rói ”straight out of Swangah” at enda Voxbotn 2022 við einum braki!

Havnamennirnir Steen Rói Lorentzen og Ragnar Davidsen høvdu fyrr í ár eina 10 ára heiðurskonsert av fyrstu útgávuni Belials synir. Gjøgnum hesi 10 árini hava teir givið 3 fløgur út. Fyrsta fløgan varð givin út undir navninum Swangah Dangah, meðan tvær tær seinastu eru undir navninum Swangah. Umframt 3 fløgur og nakrar sangir, ofta saman við øðrum tónleikarum, hava teir verið regluliga at hoyra til tey størstu tónleikatiltøkini í Føroyum.

 

Hesi seinastu 3 árini hava teir eisini staðið fyri Illtonkt, ið er fyrsta battlerap (munnhøgg) vit hava havt í Føroyum. Í Illtonkt hava øll, sum hava havt áhugað, kunna sæð føroyskar tónleikarar ella vanlig folk, ið hava ein rappara í búkinum, spilt hvønn annan út við orðaspæli.

 

Við løgum, sum “Frá bygd til býð”, ”Gentan er farlig”, ”Eg og mín Veðr” og ”Áðrenn vit flagga” hava Swangah sitið trygt á trónini á føroyska rapp/hiphop marknaðinum farnu 10 árini. Vit ivast ikki eina løtu í, at Swangah uttan nakran trupulleika fara at blása fjøldina um koll, eftir eitt drúgt kvøld á Voxbotn 2022.