SWAT-hermenn venja í Klaksvík

Kanska var tað ein liður í nýggjari føroyskari tilbúgving í sambandi við yvirgangsatsóknir, tá ið eitt SWAT-lið hevði venjingar í Klaksvík herfyri. Ella kanska var tað bara spæl

Við nógvum yvirgangsatsóknum kring um í heiminum, kann tað eisini verða neyðugt, at vit í Føroyum hava eina tilbúgving á hesum øki. Spurningurin er so um venjingarnar í Klaksvík ein dagin herfyri vóru liður í hesi tilbúgving.
Tá ið ein av myndamonnum hjá okkum var í Klaksvík í góðveðrinum ein mánadag herfyri, gjørdist hann ikki sørt skakkur, tá ið hann sá fólk í serligum búnum venja álop á bygningar norði á Strond.
Myndirnar vísa, at tað minti ikki sørt um tær serligu hereindirnar, sum tað ber til at síggja í filmum úr Hollywood  tey sokallaðu SWAT-liðini. Hetta eru serligar deildir hjá løgregluni, ið verða nýttar, tá í vandamiklar støður taka seg upp, og har fólk kunnu vera tikin til gísla til dømis.

SAS serdeildin hjá enska herinum
Enski herurin hevur eina serliga herdeild, ið verður kallað SAS, og spurningurin er so, um føroysku SWAT-hermenninir hava bretar sum fyrimynd, ella um teir finna sín íblástur í USA, har løgreglan eisini hevur slík herlið.
Tað kann tó leggjast afturat, at arbeiðshátturin hjá hesum herdeildum líkist nógv hvørjum øðrum, og liðin venja saman í serligum NATO-venjingum.
Tað eru nógvar anti-terror serdeildir í Evropa. Í Danmark hevur herurin bæði jægerkorpset og frømandskorpset, og mest sannlíkt er, at løgreglan eisini hevur eina deild. Í Týsklandi eitur serdeildin GSG9, og er hetta ein serdeild, ið var sett á stovn eftir giðslatøkuna í München, har fleiri ísraelsk ítróttarfólk doyðu, tá hesir blivu hildnir sum gíslar undir olympisku leikunum.
Eftir at vit hava kanna tilburðin í Klaksvík, kann staðfestast, at her ikki er talan um nakra eind innan løgregluna í Føroyum, men ein eind, ið gongur undir navninum Delta Force. Delta Force er eitt privat felag, sum spælir við eftirgjørdum byrsum, sum skjóta smáar plastikk kúlur. Spælið kallast hardball og sigst verða óføra stuttligt.