Syðradalur ? lítla bygd

Paulina Eliasen giftist til Syðradals á Kalsoynni fyri 17 árum síðani og hevur búð har síðani. Hon sigur, at fyri at trívast á einum smáplássi, má ein hava nóg mikið at gera. Hon er útlærd handarbeiðslærari og arbeiðir bæði í Klaksvík og í Kollafirði, har hon vaks upp

Bygdarlív

Syðradalur:
Paulina sigur, at hon hugsar ikki so nógv um, at Syðradalur er ein so lítil bygd, tí tað er so stutt til hinar bygdirnar.
? Eg eri ofta av bygdini. Bæði til arbeiðis í Klaksvík tveir dagar um vikuna, og so eisini til handils og í kirkju á Húsum.
Paulina arbeiðir á Føroya Húsarhaldsskúla í Klaksvík. Eisini hevur hon undirvíst á Handarbeiðsskúlanum í Klaksvík, men hann er ikki byrjaður aftur enn, og tað er óvist, um tað verður til nakað í ár, orsakað av hølistrupulleikum. Harafturat plagar Paulina eisini at gera ymiskt handarbeiði, sum fólk bíleggja frá henni. Eisini er hon í Kollafirði nakrar ferðir um árið, har hon hevur handarbeiðsskeið í vikuskiftunum.
Paulina er úr Kollafirði. Hon flutti úr Kollafirði til Danmarkar, har hon fór undir útbúgving til handarbeiðslærari. Tað tók trý ár, síðani arbeiddi hon á Santa Frants skúlanum í trý ár, áðrenn hon giftist til Syðradals sum 25 ára gomul. Hon og maðurin, Erik Eliasen eiga tvey børn. 15 ára gamla Andreas og 12 ára gomlu Janu Mariu. Tey ganga bæði í skúla á oynni.
- Tá eg flutti til oynna vóru tað fýra menn og eg á Syðradali. Og tríggir av teimum vóru í sjeytiárunum, so tað var ein sera stór broyting hjá mær, sigur Paulina og leggur afturat, at áðrenn ein flytir til eitt so lítið pláss, má ein gera sær greitt, at ein missir nakað, men fær eisini nakað. Hon heldur, tað hevur nakað við hugburðin at gera.
- Men eg vildi ikki missa sambandið til Kollafjarðar, so eg havi havt vikuskiftisskeið í handarbeiði har. Fyri tað fyrsta, tí mær dámar so væl handarbeiði, men so sanniliga eisini fyri at halda sambandið við líka. Eg plagi at vera í Kollafirði einar átta ferðir um árið, har eg havi skeið, sum varir okkurt um tríggjar dagar, sigur Paulina, sum hevur tríggjar systrar. Tvær eru í Kollafirði og ein býr í Mikladali, sum er tann næsta bygdin norðan fyri Húsar.
? Tað at hava eina systur í oynni, gjørdi eisini sítt til, at eg fór at trívast skjótari og longsulin var til at liva við. Men tað var ikki bara sum at siga tað at fara at vitja hana tá, men vit vóru ofta har kortini.
Skúlin gevur bygdini lív
Tað hevur verið so nógv at hoyrt um skúlagongdina á Kalsoynni, men tað hevur verið ein onnur søga. Nevniliga støðan millum tvær tær norðastu bygdirnar á Kalsoynni, Mikladalur og Trøllanes. Har fingu børnini á Trøllanesi undirvísing heima í eitt heilt skúlaár, tá tað gjørdist greitt, at børnini bert komu at ganga í skúla í Mikladali. Og ikki aðruhvørja viku í hvørjum stað.
Men skúlar eru eisini í hinum báðum bygdunum, Syðradali og á Húsum. Og har ganga tey aðruhvørja viku í skúla í hvørjari bygd.
Tað heldur Paulina vera avgerandi fyri bygdirnar báðar.
- Tað, at skúli er í bygdini, setur lív í bygdina. Tað er so deiligt at hoyra børn spæla úti, sigur hon.
Hon vísir á, at um ongi skúlabørn vóru á Syðradali, so var bygdin steindeyð.
Paulina heldur ikki, at tað er nakar trupulleiki, at børnini skiftast um at ganga í skúla í bygdunum. Tað heldur hon kann koma av, at tær sum eru mammur í dag á Húsum, sjálvar gingu í skúla á Syðradali, og tí vita tær, hvat tað er.
? Eg havi so ongantíð hoyrt nakað ilt talað um, at handan skipanin er. Og tað er bara gott, sigur Paulina, sum ikki vil siga nakað um skúlamálið á Trøllanesi og Mikladali uttan, at hon harmast um støðuna.
? Vit eru glað fyri okkara skipan, men samstundis harmast vit saman við øllum hinum støðuna ímillum Mikladal og Trøllanes.
Fá ítriv
Hóast tað altíð er nógv at gera á eini smábygd, so eru ikki nógv frítíðarítriv fyri børn og ung. So tey noyðast til Klaksvíkar, um tey vilja íðka onkran ítrótt ella annað líknandi. Og tílíkt fer sum oftast fram um kvøldarnar, og tá siglir Barsskor ikki. Tí eru møguleikarnir hjá Kalsoyar børnum sera avmarkaðir, tá tað kemur til frítíðina, samanborið við børnini á Kunoynni og Viðoynni. Tey kunna koyra ímillum.
? Øll gleða seg til tann nýggja ferjuhavnin kemur, tí tað verður nakað heilt annað hjá okkum øllum, sum búgva her. Barsskor hoyrir ikki nútíðini til, heldur Paulina og hon man vita, hvat hon tosar um. Hon, sum ferðast so ofta yvir um Kalsoyarfjørðin til Klaksvíkar til arbeiðis. Og hon ferðast eisini í øllum veðri, tá Barsskor siglir. Tað er nú heldur ikki so ofta, at hann avlýsir vegna veður.
Paulina og maðurin eiga ein son, sum plagdi at fara til Klaksvíkar at venja við KÍ.
? Tað gekk fínt, inntil hann bleiv so mikið stórur, at hann mátti upp til eina eldri deild. Tá kundi hann ikki meira, tí so slapp hann ikki til hús aftur, tí Barsskor var givin at sigla, sigur Paulina, sum heldur tað vera synd fyri børnini og tey ungu í oynni.
? Ikki tí, tað er gott at vera her, eisini hjá teimum, tí her er altíð ov mikið at takast við, men tað kundi verið stuttligt hjá teimum at kunna farið til eitt hvørt ítriv, sum teimum dámar.
Paulina greiðir eisini frá, at tað eru komnir sjey túrar afturat, síðani ferðaætlanin varð broytt. Men túrarnir eru fyri tað mesta tillagaðir teimum, sum ferðast ímillum til arbeiðis.
? Nú fáa vit so post fimm dagar um vikuna. Tað plagdu vit ikki, so tað í sær sjálvum er eitt stórt framstig. Har er ein túrur klokkan trý korter til ellivu av Klaksvík um morgunin, og hann ger, at vit fáa postin hvønn dag nú.
Tað, sum ein tó leggur til merkis, er, at í ferðaætlanini stendur, at Barsskor siglir klokkan 10:15 um morgunin, men tað ger hann also ikki. Tá Sosialurin ringdi til Paulinu fyri at gera avtalu um samrøðu, var tað seinasta hon segði, áðrenn vit løgdu hornið á:
?Forrestin, Barsskor siglir ikki klokkan 10:15, men klokkan 10:45.? Tað er ikki lætt hjá ferðafólkum, serliga útlendskum at vita tað.
Eisini fingu vit at vita umborð á Barsskor, at tað eru fimm túrar afturat hvørja viku, sum als ikki standa í ferðaætlanini. Tað er tí, at tá siglir hann við farmi, men umborð søgdu teir, at fólk sleppa við, um tað letur seg gera. Sostatt kundu teir túrarnir eisini gott staðið í ferðaætlanini. Talan er um tveir túrar av Klaksvík klokkan hálvgum níggju og tríggjar klokkan trý korter til trý seinnapartin.
Paulina umboðar Húsa kommunu í útoyggjanevndini. Hon heldur, at um tað verður hoyrt, lurtað og gjørt eftir arbeiðinum hjá nevndini, so er tað eitt gott arbeiði.
? Annars er tað til onkis, sigur Paulina og vísir á, at Syðradalur ofta verður nevnd lítla bygd á oynni.
- Tað er hon eisini. Í dag búgva vit fýra her, og so er ein onnur familja her upp á seks fólk. Tveir av teimum trimum eldru monnunum, sum búðu her, tá eg flutti hertil, eru ikki longur her, so tað er onki at siga til, at hetta er lítla bygd. Eg skal av bygdini til so at siga alt, tað veri seg til handils ella í kirkju. Men tað havi eg onki ímóti, tí mær dámar stak væl á Syðradali.
Ringt tá ódnin leikar
Paulina sigur, at hon hevur havt nógvar einastandandi góðar løtur tey seytjan árini, hon hevur búð á Syðradali, men hon hevur eisini samstundis gjørt nógv fyri ikki at missa sambandið til fastlandið - eitt nú barndómsbygdina Kollafjørð.
? Eg byrjaði at arbeiða sum handarbeiðslærari á Húsarhaldsskúlanum vikuna eftir, at eg varð gift út higar. So eg havi ferðast inn til Klaksvíkar til arbeiðis tveir dagar um vikuna í seytjan ár nú. Tíðin gongur so skjótt, sigur Paulina.
Minnisvarði fyri tey, sum eru deyð av vanlukkuávum varð reistur á Syðradali fyri nøkrum árum síðani. Tað eru fleiri, sum bert eru á Syðradali í frítíðum, men Paulina heldur, at arbeiðið upp á minnisvarðan var við til at samansjóða fólkið í oynni og eisini, at minnisvarðin gevur teimum, sum eru flutt av oynni okkurt at koma aftur til.
Paulina hugsar so at siga ikki um til dagligt, hvussu einsamøll tey eru har í bygdini. Men hon sigur, at tá ið ódnirnar leika á, tá kann tað til tíðir kennast eitt sindur ræðandi.
- Serliga tá ódnirnar leikaðu í seinast í áttati árunum og fyrst í níti árunum. Tá kundi eg til tíðir gerast eitt sindur bangin við tankan um, hvat nú um nakað hendi. Tí vit vóru so einsamøll og so við tveimum smáum børnum eisini. Tá var tað ikki stuttligt, sigur Paulina og leggur aftur at, at tá sá ein, hvussu hjálparleys menniskjuni eru, tá náttúran ræður.
? Men fyri uttan hatta, so hugsi eg sum sagt ikki so nógv um, at vit eru so fá í bygdini. Tað er eisini so stutt til Húsar. Men har við er ikki sagt, at eg ikki ynskti, at tað komu fleiri fólk til bygdina, sigur Paulina Eliasen at enda.