Sybilla Høgnesen 70 ár

Fríggjadagin 14. november fyllir Sybilla Høgnesen í Klaksvík, vanliga nevnd Billa, 70 ár.

Foreldur hennara vóru Petra og Hugo Gardar.
Í 1956 giftist hon við Hjalmar Høgnesen, tey eiga fimm børn, tríggjar synir og tvær døtur, ið búgva í Klaksvík, uttan tann elsta sum býr í Hvannasundi.
Sum ung arbeiddi Billa tvey ár í Íslandi. Var heimaarbeiðandi til børnini vóru vaksin, arbeiddi so nøkur ár sum flakakvinna á Kósini.
Billa hevur sitið í nevndini í Húsmøðrafelagnum, og var við at seta Húsarhaldsskúla Føroya á stovn.
Síðstu árini hevur hon verði virkin í felagnum Hugna, og hvønn týsdag samlast tey og hava eina hugnaliga løtu.
Billa er ófør at ganga sær túrar og støkka inná gólvið hjá vinum og kenningum.
Vit ynskja Billu hjartaliga tillukku við 70 ára degnum, og nógv góð ár framyvir.
Dagurin verður hildin hjá dóttrini Gunhild Arge, Garðsendi 24, Klaksvík, frá kl. 16 fríggjadagin.