Í annaðkvøld, týskvøldið verður konsert í skúlanum við Løgmannabreyt. Hetta er í samband við, at Tórshavnar musikkskúli skipar fyri symfoniskum fagnaði í skúlanum við Løgmannabreyt í dag og í morgin.
Á konsertini í annaðkvøld fara tey trý strúkiorkestrini hjá skúlanum, saman við blásarum, slagverki og klaveri, at spæla verk eftir Abba, Humperdinck, Haendel, Sibelius og Elgar.
Konsertin er ókeypis, men tey leggja afturat, at nú orkestrini skal eina útferð seinni í vár, er allur stuðul kærkomin. |