Føroya Symfoniorkestur er 25 ár og hetta verður sjálvsagt hátíðarhildið á hóskandi hátt. Klassiskur tónleikur hevur, hóast hann ikki í søguligum høpi kann sigast at hava havt breiða fólksliga undirtøku í Føroyum, rættiliga djúpar røtur í Føroyum. Svabo bæði spældi og skrivaði klassiskan tónleik, Bakar Hansen var tikin úr leikum og aldi upp eitt dugnaligt lið av tónleikarum, sum royndu seg við alskins ljóðførum. Hesir vóru teir tiltiknu Glaðu Spælimenninir, sum William Heinesen gav ódeyðiligkleika við síni heimsgitnu skaldsøgu við sama heiti. Eldri Havnafólku kunnu meira enn so seta nøvn á hesar spælimenn, ið komu úr ávísum stak musikalskum ættum í høvuðsstaðnum. Ein teirra, tann klóki og mentaði humanisturin Maurentius Viðstein, var enntá fyrsti blaðstjóri á blaði okkara, sum tá nevndis Føroya Sosialdemokratur. Ein bróður Williams, gjørdist limur í Kongaliga kapellinum og varð víðagitin sum klarinettleikari. Sum leiðarin á Tórshavnar Musikkskúla vísir á í fráleikari gein í blaðnum í gjár, so byrjaði Erik Petersen, cand. mag. í donskum og tónlist at undirvísa í klassiskum tónleiki í 1942 og hetta virksemið leiddi til frálíkt kamarorkestur, Tórshavnar Musikkskúli, ið var virkið í mong ár.
Við undantøkum kom alt hetta yvir tónleikavirksemið, hóast sera dygdargott, undir tað, sum í dag nevnist áhugatónleikur. Hetta broyttist, tá almenna Musikkskúlaskipanin varð sett á stovn í 1983. Við Musikkskúlaskipanini varð støðið lagt undir eitt yrkisligt klassiskt tónlistalív í Føroyum. Tað er væl ikki ov nógv sagt, at Føroya Symfoniorkstur er sprottið úr Musikkskúlaskipanini við tað, at leiðarin Ólavur Hátún fór at seta yrkisútbúgvnar lærarar við skúlan. Men so skal sjálvandi eisini verða nevnt, at formaður symfoniorkesturins í mong ár, Alex Sólstein, í síni tíð var íðin fiólleikari í gamla Tórshavnar Musikkskúla og sama er at siga um fleiri av eldru tónleikarunum í symfoniorksetrinum. Tað er soleiðis mongum dugnaligum eldsálum fyri at takka, at vit í dag hava egið symfoniorksetur. Føroya Symfoniorkstur hevur í dag breiða undirtøku í fólkinum. Her leika nógv ung yrkislærd og sera gávurík tónlistafólk, og tað er ein frægd at lýða á hetta orkestur, tá framførsla er. Við núverandi dirigentinum Berhardi Wilkinsson, ið er av føroyskari ætt, hevur Føroya Symfoniorkestur fingið topprofessionellan leiðari, víðagitin í altjóða høpi og hartil ein eldsál av tí rætta slagnum. Symfoniorkestrið er tónlistarliga á veg uppeftir, og føroyingar eiga nógvar og ríkar tónlistaupplivingar í væntu. Tað er tí at vóna, at landsins myndugleikar duga at virðsmeta hetta og tryggja orkstrinum tær fíggjarligu umstøður, sum slíkur stovnur hevur uppiborið.