Symfoniorkestrið heimavøll í Løkshøll

Tvey ára samstarvsavtala er undirskrivað millum Rúnavíkar kommunu og Føroya Symfoniorkestur

Runavíkar kommuna skrivar soleiðis á heimasíðu síni í dag:

 

Torbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu, og Hans Petur í Brekkunum, stjóri í Føroya Symfoniorkestri, skrivaðu í dag undir 2-ára samstarvsavtalu.

 

Sambært avtaluni kemur Føroya Symfoniorkestur at hava árliga konsert í Løkshøll. 

 


Tá Løkshøll varð bygd, varð atlit tikið til, at hon skuldi kunna hýsa symfoniorkestrinum. Runavíkar kommuna fegnast tí um, at Løkshøll við avtaluni regluliga gerst karmur um klassiskan tónleik á hægsta stigi. 

 


Og fyri Føroya Symfoniorksetur leggur avtalan lunnar undir arbeiðið at gera tónleikalívið fjølbroytt og dygdargott kring landið.

 


Fyrsta konsertin eftir avtaluni verður eftir ætlan fríggjakvøldið 18. februar 2022.

 

##mynd2##