Eitt av tilboðunum á Sandoyarstevnuni, sum er um vikuskiftið, er biografur, sum er í eini hugnaligari hoyløðu.
Undir Gøtuni, sum staðið eitur, er um at verða klárt til stevnuna. Biografurin tekur 8 fólk í senn og sýnir tríggjar stuttfilmar hjá Sakaris Stórá.
Fyrstu sýningarnar eru fríggjadagin kl. 18.00.
Hoyløðan er eisini opin leygardagin, tá er hon opin frá 15.00 til 23.00.
20 minuttir verða í millum hvørja sýning, so um ein ikki kemur til tíðina til eina sýning, so er ikki long tíð at bíða til ta næstu, frættist av Sandi.