Synd at tapa soleiðis

Sigfríður Clementsen helt tað vera synd, at hansara lið skuldi tapa upp á tveir deyðbóltar, men hann staðfesti samstundis, at hetta var ein av mununum á liðunum báðum

B36-venjarin
Jákup Mørk

Boðini frá venjaranum vóru greið undan dystinum. B36 skuldi ikki stilla seg aftur at spæla tindasvínafótbólt. Teir skuldu vera við til at mynda dystin, tó at størsti denturin sjálvandi skuldi leggjast á verjupartin og skipanina av hesum.

Men hóast hesar útsagnirnar, so var tað eitt óvæntað framfýsið B36, sum fór á vøllin í SAS-Arenuni í Herning. Gaman í var talan ikki um høvuðsleysan offensivan fótbólt, men kontrollerað og væl skipað fóru teir niðan eftir mótstøðuni, heldur enn at bíða. Og tá vit eftir dystin fingu orðið á væl nøgda Sigfríð Clementsen, stafðesti B36-venjarin eisini, at hetta hevði verið júst eftir uppskriftini.

- Vit skuldu út at spæla og út fyri at gera ein góðan figur. Tað var tað, sum vit tosaðu um. Tað merkti so eisini, at vit ikki vildu út at grava okkum niður, og eg haldi eisini, at vit royndu tað, sum vit kundu. Sjálvandi verða vit trýstir, men tað hendir ikki fyrr enn seinastu 20 minuttirnar, tá menn eru um at verða púrasta flatir.

Júst vantandi orkan var nakað, sum flestu føroysku áskoðararnir mundu bera ótta fyri í steðginum. Óttaðist tú ikki eisini hetta, tá havt verður í huga, hvussu nógva orku tit nýttu í dystinum.

- Jú. Men vit høvdu allir eina greiða avtalu undan dystinum. Vit skuldu byrja við fullum drøni. Og blivu vit flatir seinastu løtuna, so blivu vit tað. Vit framdu gott nokk eina verjukenda útskifting, tá vit vildu tippa síðurnar, men sum heild, so haldi eg ikki, at hatta liðið hevði nógv meira enn langar bóltar at bjóða uppá
.
Men teir høvdu so eisini nakrar øgiligar luftsterkar áleyparar?

- Ja. Tað vístu teir eisini, og haldi tað vera synd fyri okkum, at vit skulu tapa handan dystin upp á tveir deyðbóltar. Men tað er so ein av mununum.

Niður á jørðina

Hóast føroyska Europa-Cup søgan eftir hondini telur fleiri sera góð avrik, so man úrslitið hjá B36 hesa ferð teljast millum tey allarbestu. Eitt tepurt tap fyri einum av bestu liðunum í Danmark, har B36 enntá spældi fult upp við mótstøðuna í stórum pørtum, er avgjørt ikki gerandis kostur í so máta. Spurdur um hetta, kundi venjarin illa dylja, at hann var errin av sínum monnum, men hann manar framvegis til, at beinini skulu haldast væl og virðiliga á jørðini.

- Vit eru øgiliga væl nøgdir um innsatsin hjá okkum í dag. Vit hava longu tosað nakað saman í skiftisrúminum, og sjálvandi eru vit eisini nøgdir um útgangsstøðið, sum vit hava fingið undan seinna dystinum. Men hava altso framvegis tapt ein dyst, so vit eru ikki farnir á flog. Tankarnir eru nú vendir móti Skála, har vit skulu spæla sunnudagin.

Onkur helt fyri, at nú skal bara ein 1-0 sigur til á Tórsvølli, áðrenn tit koma enn eitt fet víðari. Hvussu metir tú møguleikarnar fyri víðari luttøku, um tú skalt seta prosentir á?

- Teir eru framvegis stórfavorittar. Eg veit ikki, hvat prosentini vóru undan hesum dystinum, men tey eru ikki broytt stórvegis, segði venjarin, sum hóast alt ikki kundi krógva smílið, sum avspeglaði eitt framúr avrik frá hansara monnum.

- Men vit taka tað, sum vit kunnu fáa. Og so vóna vit sjálvandi, at vit enn einaferð kunnu fáa eins góðan stuðul, sum vit høvdu á ólavsøku, segði altso Sigfríður Clementsen at enda.

Mynd av Siggi

Hóast hann var errin av sínum monnum, so minti Sigfríður Clementsen á, at liðið longu sunnudagin hevur sera trupla uppgávu. Og enn vil hann als ikki geva nakað boð upp á møguleikarnar hjá B36 at vinna seg víðari í kappingini
Mynd: Høgni R. Øster