Synd í Hans Paula

- Tað einasta, samgongan hevur fingið burturúr skerjingunum í miðfyrisitingini, er eina veikari politiska ávirkan uttan nakrar sparingar, sigur Jenis av Rana. Formaður Miðfloksins ávarar eisini samanleggingina av almanna- og heilsumálum, sum eri eitt alt ov stórt øki til ein landsstýrismann

- Tað stóð í yvirskrift í bløðunum ein dagin, at fyrstu vallyftini eru brotin, og tað er júst tað, sum er hent, sigur ein av andstøðuleiðarunum, Jenis av Rana. Hann vísir á, at skerjingar skuldu gerast við endamálinum at spara, og tá tað ikki er hent, er einki vunnið.
- Tveir landsstýrismenn eru sendir heim, og tað hevur sjálvsagt elvt til eina viknaða politiska stýring og eitt sterkari embætisverk, har landssstýrismenninir ikki hava møguleikan fyri sama innliti og yvirliti samanborið við undanfarnu samgongu, sigur Jenis av Rana.

Hans Pauli ongan kjans
Jenis av Rana er hart ímóti, at almanna- og heilsumál aftur komu undir eitt aðalráð, og vísir hann á, at viðkomandi landssýrismaður Hans Pauli Strøm als ikki hevur møguleikan at umsita stóra økið einsamallur. Tað var orsøkin til, at Páll á Reynatúgvu og Bill Justinussen í undanfarnu samgongu býttu økið ímillum sín.
- Í staðin fyri at skapa møguleikar fyri visiónum og menningarætlanum, fer Hans Pauli bert at sløkkja eldar, tí hann stutt sagt ikki kann hava yvirskot til annað, sigur Jenis av Rana. Hann undirstrikar, at Hans Pauli Strøm er ein sera dugnaligur, arbeiðssamur og nærlagdur politikari, men at almanna- og heilsumál einfalt er ov stórt fyri ein politikara at umsita.
- Tískil er tað á ein hátt synd í Hans Paula, og samgongan kemur at sanna, at samanleggingin av almanna- og heilsumálum var skeiv, eins og teir nú hava innsæð, at ætlanirnar um sparingar heldur ikki hildu, vísir formaður Miðfloksins á.

Vælferðarsamfelagið er dýrt
Jenis av Rana trýr ikki løgmanni í útsøgnum hansara um, at við skerjingunum av aðalráðum er nú klárt til víðari sparingar í embætisverkinum.
- Í veruleikanum er einki hent í fyrisitingini, uttan, at nakrar funktiónir í aðalráðunum ikki longur hava eitt politiskt høvd. Annars er støðan júst tann sama, og tá hevur ein ikki ruddað slóð fyri nøkrum, heldur Jenis av Rana. Hann vísir á, at samgongan í staðin skuldi góðtikið, at vælferðarsamfelagið er dýrt, skulu vit halda fast við nakrar grundleggjandi tænastur, og at hann tískil ikki trýr á nakrar sparingar í kjalarvørrinum av teimum broytingum, sum júst eru framdar.
- Frá at vera 42.000 íbúgvar tátta vit nú í 50.000, og tað krevur eisini meiri av fyrisitingini. Tískil kann eg als ikki fylgja løgmanni í ætlanunum um sparingar í framtíðini, heldur Jenis av Rana.