Syndefaldet kring landið

Í næstum verður leikurin Syndefaldet leiktur kring landið.

Syndefaldet - en historie om et virkelig godt menneske

Frásøgn eftir William Heinesen framborin av sjónleikarinnunum Maritu Dalsgaard og Gunnvá Zachariasen við livandi tónleiki eftir Tine Surel Lange. Ferðast um alt landið juli 2014.

 

Hetta er ein av teimum meira dramatisku stuttsøgunum hjá Williammi Heinesen. Søgan ferð fram í Havnini í 30’unum. Hon snýr seg um fylgjurnar av virkinum hjá tí kvinnuliga Don Juanninum Varme Fanny.

 

Fanny verður rópt Varme Fanny, tí hon ansar hitamaskinuni í einum fiskaturkihúsi um náttina - og so tí at hon er heit. Hon virkar sum ein magnetur uppá menn. Ein fyri og annar eftir tølast teir av henni.

 

Hevur ein maður einaferð verið fyri erotiskum uppmerksemi frá Fanny, vendist ikki aftur.

 

Stærke Johan smeltar í hitanum hjá Fanny og løtan saman við henni gongur ikki frá honum aftur. Innan í honum er ein kampur millum skuld og hug, loyalitet og sjávlsøkni. Konformitet og spenning osfr.

 

Avleiðingarnar av samveruni hjá Johan og Fanny eru lagnutungar. Gomul hjúnar- og vinaløg koma undir trýst, og Havnin verður merkt av tungum, spælandi dragandi erossi, samgráti, vitloysi og deyða.

 

Søgan er søgd í eyðkendu stílleguni hjá William Heinesen. Stemmningsfult, humoristiskt, loyndarfult, sorgblítt og næsvíst. Myndberu- og málsliga er hon í serflokki hon lýsur av viti, poesii og kærleika til menniskja.

 

Sjónleikarinnurnar Marita Dalsgaard og Gunnvá Zachariasen siga frá søguni, afturvið hevur Tine Surel Lange, sum er tónaskald úr norðurnorra, skriva ljóðalandsløg og tónleik fyri teldu, cello og cello á teldu.

 

Marita og Gunnvá hava fyrr tulka tekstir hjá William Henesen við kropsligari ekspressionismu og teatralskum myndum, men hesaferð er teksturin, tónleikurin og myndirnar í sinninum á áskoðararnum í miðjuni.

 

Tað ber til at spæla leikin allastaðni og Marita, Gunnvá og Tine ferðast um alt landið við

 

Syndefaldet í juli 2014.

 

Søgan verður søgd á donskum og er tí eisini vælegna til ferðafólk, sum duga danskt.

 

Ferðaskrá:

 

04/07 kl. 20.00 Nolsoy, Kunningarstovan, [email protected],

527060

 

05/07 kl. 20.00 Tórshavn, Tjóðpallurin, [email protected], 318617

 

06/07 kl. 15.00 Fuglafjørður, Mentanarhúsið, [email protected], 238070

 

07/07 kl. 20.00 Kvívík, Følvishøllin, [email protected], 212523

 

08/07 kl. 20.00 Vestmanna, Vektarbúðin, 770160

 

09/07 kl. 15.00 Klaksvík, Spaniensstova, [email protected], 456939

 

09/07 kl. 20.00 Viðareiði, Skúlin, [email protected] 456939

 

10/07 kl. 20.00 Vági, Stóra Pakkhús, [email protected], 733090

 

11/07 kl. 20.00 Tvøroyri, kirkjan, [email protected], 611080 12/07 kl. 18.00 & kl. 20.00 Miðvágur, Gummaldargøta 3, 213455

 

13/07 kl. 15.00 Mykines, Dansistovan.

 

14/07 kl. 19.00 Við Gjógv, Gjáargarður, [email protected] 667221/297221

 

15/07 kl. 19.00 Tjørnuvík, skúlin, [email protected], 667221/297221

 

16/07 kl 19.00 Sandi, Listasavnið, [email protected], 211924