Syng, syng, syng morgunsangin tín

Hvønn týsmorgun savnast tey í Tilhaldinum í Tórsgøtu í Havn til hugnasang. Byrjað verður klokkan 10, og sungið verður í umleið hálvan annan tíma

Havnin, áh Havnin, tann deiliga Havn,
Gott er at kenna tín fjálgandi favn,
... Havnin er heilag og sæl...

Veðrið var gott henda týsmorgun Sosialurin var og vitjaði í Tilhaldinum í Tórsgøtu. Sangurin hoyrdist langt út í gongina, og inni í sjálvum hølunum stóðu eini 25-30 fólk savnað um eitt klaver, og sungið varð av lívsins kreftum.
? Vit syngja hvønn týsdag, sigur Katrin Samuelsen, sum er ein av songfuglunum, sum plagar at koma at syngja.
? Okkum dámar tað væl. Tað er stuttligt, og hugnaligt. Onkuntíð hava vit roynt at sungið fleirræddað, men tað riggar ikki altíð so væl.
So við og við meðan sangurin ljómar, koma fleiri og fleiri fólk. Onkur omma hevur eisini tikið ommubarnið við.
? Tað eru nakrir ymiskir sum spæla hvørja ferð. Jákup Lindenskov plagar at siga, hvat fyri sangir vit skulu syngja. Vit byrja vanliga um 10 tíðina, og so syngja vit í umleið hálvan annan tíma.
Hugnaligt
Tað er ikki sørt hugnaligt at sita í Tilhaldinum henda morgunin. Eins og áarstreymur rennur, Alt hann átti á fold og aðrir sangir, og øll syngja av hjartans kraft. Tey síggja ikki sørt nøgd út, sum um allir verðinstrupulleikar verða skúgvaðir til viks hesa løtuna sangurin heldur á. Í onkrum horni situr onkur og nýtur tónleikin, meðan bløðini verða lisin.
»Og so syngja vit nummar 309 í Føroya Fólks«, sigur Johan Restorff Jacobsen, sum saman við Benny Samuelsen syrgdi fyri, at húsakórið fekk klaverfylgispæl henda dagin.
Hølini fyllast meira og meira, og tá sangurin er liðugur sita tey og práta eina løtu.
? Vit byrjaðu uppá at hava sang fyri einum ári síðani, sigur Vanja Petersen, leiðari í Tilhaldinum.
? Vit syrgja fyri, at onkur altíð er, sum spælir klaver, meðan tey, sum koma, so sjálvi gera av, hvat verður sungið. Í fyrstuni høvdu vit bara sang einaferð um mánaðan, síðsta fríggjadag í mánaðanum, men tað hildu tey vera ov lítið, so nú hava vit valt at økja um sangin. Og tað dámar teimum væl. Fleiri eru, sum passa ommu- og abbabørn, og tey taka bara børnini við. Tað er ongin forðing.
Sangirnir, sum sungnir verða, eru føroyskir. Nógvir av teimum verða ikki sungnir so nógv. Eisini hevur Nancy Vesturbú, sum er 85 ár yrkt ein nýggjan sang, "Havnin, á Havnin". Vanja sigur, at tey, ið eru í Tilhaldinum eru ógvuliga kreativ, ikki bara hvat sangi viðvíkur.
Sangurin heldur áfram, meðan sólin skínur uttanfyri. Og meðan "Breið verndarveingir tínar" ljómar í bakgrundini, sníki eg meg útaftur í frísku várluftina ? eina sanguppliving ríkari.