Heimaforbundið hjá Frelsunarherinum í Havn stuiðlar aftur í ár eini verkætlan í Paraguay. Hetta er ein verkætlan, sum Ruth Bente og Tore Paulsen majorar úr Noreg eru leiðarar fyri.
Verkætlanin er fyri kvinnur og børn, sum liva í tí størsta fátækradømi. Í hesi verkætlan hava 200 kvinnur og 200 ung møguleikan at læra til hárfríðkarar, seyma klæðir, veva, brodera, gera mat og annað, sum tey kunnut lívbjarga sær við.
Líkaleiðis læra tey at hjálpa, bæði teimum sjálvum, og at hjálpa til í nærumhvørvinum, tá tað er harðskapur í heimunum, kynsligur harðskapur og narkotikamisbrúk, sum er so ómetaliga stórt í Paraguay.
Ruth Bente sigur at tey uppliva at børn mugu bidda hvønn dag og langt út á náttina fyri at fáa mat til familjuna. Tey vita um tað ígjøgnum lítla sjúkrahúsið hjá norska Frelsunarherinum Tekokatu í San Lorezo, har tey hava samband við hesi børn, og hvar hesi børn verða útsett fyri kynsligum ágangi. Bæði kvinnur og ung, sum vit hjálpa, fáa tilboð um viðgerð fyri at koma ígjøgnum hesi upplivilsi.
- Ígjøgnum okkara missiónsgávu hjá Heimaforbundinum eru vit við til at stuðla og hjálpa mongum menniskjum til eitt betri lív, verður sagt úr Frelsunarherinum.