Skráin hjá kórinum hesaferð er í ein ávísan mun siðbundin, men fer eisini at fevna um heilt nýggjan kórtónleik – m.a. kunnu tey rytmisk áhugaði gleða seg til eina spennandi framførslu av temalagnum í Disney filminum ‘Frozen’.
At hendan konsertin er ætlað bæði børnum og vaksnum, kemur eisini til sjóndar við at barnakórið í sunnudagsskúlanum í Gøtu kemur at syngja ein sang saman við Gøtu kirkju ungdómskórið, og onnur børn/ung koma at framføra Lucia.
Gøtu kirkju ungdómskór hevur nú 3 ár á bakið, og ger nógv burturúr at geva áhoyrarunum eina góða uppliving, bæði til oyru og sál. Kórið venur nógv, og ger nógv burturúr at røkka høgum tónlistarligum málum. Til konsertina hesuferð telur kórið 25 sangarar.
Kórið verður stjórnað av Símun Hammer, organisti í Gøtu kirkju. Umframt at framføra ein stóran part acapella, hevur kórið hevur hesaferð eisini tónleikarar við til nakrar av sangunum/verkunum.
Tey, sum spæla saman við kórinum eru: Jórun Danielsen, klaver, Rúni Hentze og Johan Hentze á trompet. Eisini kemur Símun Hammer, at framføra jólatónleik uppá nýggju urguna í Gøtu kirkju.