Sum gamal siður er, fer Havnar Arbeiðarafelag aftur í ár at hátíðarhalda altjóða arbeiðaradagin, sum er næsta mánadag, tann 1. mai.
Tað hevur felagið gjørt nú eina hálva øld og árið í ár verður einki undantak, og sum so mangan fyrr, fer Havnar Hornorkestur at seta sín dám á hátíðarhaldið á vaglinum.
Á hátíðarhaldinum í ár verða tríggir røðarar, sum Hans Joensen, formaður í Havnar Arbeiðarafelag, sum annars nevndist Havnar Arbeiðsmannafelag til fyri einum ári síðani, tá ið tey fingu nýtt navn.
Ein av røðarunum verður klaksvíkingurin, Tóra við Keldu, sum er forkvinna í MBF, sum er felagið fyri tey, ið bera brek í Føroyum.
Men síðani verða tað synir tveir av kendastu formonnunum í felagnum, sum fara at halda røðu.
Annar er Jørleif Kúrberg, sum er sonur Martun Kúrberg, ið var formaður í Havnar Arbeiðsmannafelag í trimum umførum, frá 1951 til 1952, síðani frá 1955 til 1956 og so aftur frá 1973-1976, eftir tí, vit hava fingið upplýst.
Hin er Kári Johansen, sum er sonur Carl Johansen, ið var formaður í Havnar Arbeiðsmannafelag frá 1977, til hann doyði í 2002.
Eftir tí, vit vita, er hann tann, ið hevur sitið longst sum formaður í felagnum.
Maihaldið í Havn verður, sum vant, á Vaglinum klokkan 15 altjóða arbeiðaradagin og aftan á røður og horntónleik, verða øll boðin niðan í nýggja húsið hjá felagnum at fáa ein drekkamunn.
Formaðurin í Havnar Arbeiðarafelag, Hans Joensen, sigur, at teknmálstulkur fer at tulka røðurnar til deyvamál, so at eisini tey, sum ikki hoyra, fáa fylgt við.