Syrgja fyri at samfelagið kann halda fram eftir nýggjár

Løgtingið er kallað saman til fundar í dag

Løgtingið er kallað saman til fundar í dag fyri at tryggja, at samfelagið kann halda fram ótarnað eftir nýggjár.

 

Fíggjarlógin fer úr gildi á nýggjárinum, men nú er val útskrivað og tað merkir, at Løgtingið fer ikki at lukkast at samtykkja eina nýggja fíggjarlóg áðrenn 1. januar.

 

Tí hevur Uni Rasmussen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, nú lagt eitt uppskot fyri Løgtingið um bráfeingis játtanarlóg fyri næsta ár. Tað er fyri at Landskassin kann halda sínar skyldur næsta ár, eitt nú at krevja skatt og onnur gjøld, inn og at rinda fólki løn, og annars at rinda allar neyðugar útreiðslur soleiðis at samfelagið kann rekast ótarnað eftir ársskiftið og til ein nýggj fíggjarlóg er samtykt.

 

Men samstundis hevur Løgtingið eisini samtykt at víkja frá øllum tíðarfreistum í viðgerðini og tað merkir, at uppskotið verður avgreitt í dag, Tað var heldur einki orðaskifti um málið. Tað er beint í Fíggjarnevndina at venda, sum tað eigur, men tað er bara ein avgreiðsluspurningur og tað fer bara í nevndina at venda og verður lagt fram aftur um eina løtu, tá ið tað so verður endaliga avgreitt.