Syrgja og minnast á netinum

Tað er blivið alt meira vanligt, at fólk brúka internetsíður til at minnast fólk, sum eru farin.

Internetið verður brúkt til alt fleiri ting alt størri part av tíðini, og tí er einki løgið í, at fólk nú eisini eru farin at minnast tey deyðu á internetinum. Rákið hevur ikki av álvara rakt Føroyar enn, men lítið er at ivast í, at vit fara at síggja fleiri síður av hesum slagnum frameftir.

Serligu minnissíðurnar á internetinum verða gjørdar til heiðurs fyri fólk, sum eru deyð. Ofta eru tað fólk, sum eru deyð brádliga, ung ella av tragiskum orsøkum, ið fáa slíkar síður. Síðani hava fólk møguleikan at skriva eina heilsan, leggja myndir út og annars at deila sorgina við onnur á heimasíðuni.

Minnissíðurnar geva fólki møguleikan at minnast og syrgja í almenna ljósinum, og hetta er ikki so langt frá gravsteininum og minningarorðunum í bløðunum. Nýggir miðlar skapa i grundini bara nýggjar møguleikar – eisini tá tað kemur til at syrgja.


Byrjaði við beiggja sínum

Ein av teimum, sum hevur givið fólki møguleikan at gera minnissíður á internetinum, er bretin Jonathan Davis, sum hevur síðurnar Much Loved. Hann heldur, at serliga tvær orsøkir eru til, at alt fleiri vilja hava minnissíður til tey, sum eru farin.

- Tá ið Diana prinsessa doyði sóu vit, hvussu fólk kundu syrgja alment, og nú hevur internetið givið fólki ein nýggjan møguleika til hetta, sigur Jonathan Davis við blaðið The Guardian.

Much Loved hevur nú umleið 12.000 minnissíður, men alt byrjaði við, at beiggi Jonathan Davis doyði 21 ára gamal.

- Hann doyði orsaka av rúsevnum, og tað var, sum ein múrur av tøgn var rundan um hansara deyða. Familja og vinir vistu ikki rættiliga, hvussu tey skuldu bera seg at, og tað gjørdi sorgina verri. Tí helt eg, at ein almenn heimasíðu av hesum slagnum kundi hjálpa okkum, og tað var eitt gott hugskot, tí fólk sluppu av við nógv ting umvegis heimasíðuna, sigur Jonathan Davis.

Much Loved er bert ein av mongum møguleikum, sum fólk hava við at gera serligar heimasíður til tey, sum eru farin.