Fríggjakvøldið verður útgávukonsert í Reinsarínum við systikinum Fróði Hansen og Guðrið Hansdóttir. Hetta kvøldið hava Fróði Hansen og bólkur hansara útgávukonsert fyri nýggju útgávuna Ultramarine.
Konsertin byrjar fríggjakvøldið klokkan 21. Guðrið Hansdóttir fer at byrja kvøldið. Eftir at Guðrið Hansdóttir hevur spælt, koma Fróði Hansen og manning á pallin at spæla alla útgávuna, umframt eldri løg hjá Fróða.
Fróði skrivaði herfyri pláttusátmála við Target Group í Danmark, og lat frá sær sjónbandalag av lagnum I Remember You Well, ið kann hoyrast og síggjast við at trýsta á pílin á myndini.
Útgávuna hevur Fred Ruddick upptikið, ljóðblandað og mastrað, Mikal Blak var við sum co-framleiðari og studiotónleikari og húsan hava Bárður Dal Christiansen og Fríða Berg gjørt.
Útgávan Ultramarine verður útgivin í Danmark í næstum. Manningin í bólkinum hjá Fróða til konsertina er Fróði Hansen, Bartal Augustinussen, Pauli Reinert Poulsen, Ísak Sambleben og Hjørtur Háberg.
Útgávukonsertin hjá Fróða verður fríggjakvøldið klokkan 21 í Reinsarínum.