Systkin fingu íblástur á Tekniska skúla

Elmar, Marjun og Malvinus í Gong valdu øll Tekniska skúla í Klaksvík sum miðnámsskúla. Tvey teirra lesa nú til lækna

Elmar, Marjun og Malvinus í Gong úr Klaksvík hava øll gingið á Tekniska skúla í Klaksvík (TSK).

 

Elmar og Marjun hava tikið HT-prógv og eru farin at lesa víðari, bæði lesa læknavísindi á Panum í Keypmannahavn. Malvinus tekur prógv í summar og ætlar sær eftir tað at lesa víðari.

 

Elmar, sum er 23 ára gamal, gekk á TSK árini frá august í 2015 til summarið 2018.

 

– Eg hevði áhuga fyri náttúruvísindaligu fakunum, áðrenn eg fór á Tekniska skúla, og á skúlanum fekk eg áhuga fyri teimum fakunum, sum eg nú lesi, sigur Elmar í Gong.

 

– Tá ið eg gekk í fólkaskúla snúði tað seg um at koma ígjøgnum, og tá hevði eg sum so ikki serligan áhuga fyri nakrari ávísari útbúgving. Men tíðin á Tekniska skúla kveiti áhuga fyri at lesa medisin, sigur hann.

 

Elmar verður liðugur við triðja árið á Panum í summar, og eftir tað ætlar hann at taka kandidat, sum eisini tekur trý ár. Tá hevur hann útbúgving sum lækni og kann fara at útbúgva seg innan sergrein.

 

– Tá ið eg havi fingið útbúgving sum lækni, eru óteljandi møguleikar at velja sergrein. Í løtuni er mest sannlíkt, at eg verði verandi uttanlands, og eg kundi hugsað mær at farið til eitt enskttalandi land seinni, sigur hann.

 

 

 

Mennandi

 

Marjun, sum er 22 ára gomul, gekk á TSK frá august 2017 til juni 2020, og hon er eisini farin undir at lesa medisin. Hon gongur á fyrsta ári á Panum.

 

– Tað var læruríkt at ganga á Tekniska skúla í Klaksvík, og har fekk eygað á nýggjar møguleikar. Eg endaði við at gera annað, enn eg hugsaði, at eg fór at gera, og har byrjaði eg at fáa áhuga fyri biokemi, sigur Marjun.

 

– Á Tekniska skúla arbeiddu javnan við verkætlanum, og tá fingu vit møguleikan at arbeiða sjálvstøðugt í bólkum, royna okkum prkatiskt og finna loysnir. Tað var mennandi, sigur hon.

 

Í løtuni gongur 19 ára gamli Malvinus á TSK. Hann byrjaði á tøknibreytini á HT í 2019 og verður liðugur í summar.

 

– Bæði míni systkin høvdu gingið á Tekniska skúla, og eg hevði sum heild hoyrt nógv gott um skúlan. Tað spældi eisini inn, at skúlin lá her í Klaksvík, og eg hevði áhuga í náttúruvísindaligum fakum, sigur Malvinus um orsøkina til, at hann valdi TSK.

 

– Eg havi trivist væl í skúlanum, og nú skal eg avgera, hvat fari at lesa, tá ið eg verði liðugur við HT. Eg umhugsi at taka eina master í enskum, tí tað kann geva góðar møguleikar uttanlands, sigur hann.