Systkin venja svimjarar í Fuglafirði

Sonni Eliasen og Karina Petersen, sum bæði hava røtur í Fuglafjarðar Svimjifelag, skulu leiða barndómsfelagið gjøgnum komandi kappingarár

Svimjing

 

30 ára gamli Sonni Eliasen hevur verið virkin í Fuglafjarðar Svimjifelag frá barnsbeini av, bæði sum svimjari og venjari. Hetta er tó fyrstu ferð at hann verður høvuðsvenjari hjá felagnum. At hjálpa sær hevur hann systur sína, 29 ára gomlu Karinu Petersen, sum í nógv ár var millum fremstu svimjarar í felagnum. Hon verður fyrst og fremst tekniskur venjari, umframt at hon skal taka sær av næstbesta liðnum.

Talan er um eitt rættiliga ungt lið. Elsti svimjari er 17 ára gamli Pauli Ø. Mohr, sum í summar umboðaði Føroyar á Oyggjaleikunum og EJM, umframt at hann skal umboða Føroyar til EM í desember. Av yngru svimjarunum í felagnum hevur 14 ára gamla Poula Ø. Mohr tryggjað sær luttøku til norðurlendsku junior meistarastevnuna, ið somuleiðis verður desember. Eisini eru fleiri av ungu svimjarnum umboðaðir á talent landsliðnum.

Eisini hevur Fuglafjarðar Svimjifelag í summar tikið stig til ein svimjiskúla í bygdini, har børn niður í umleið seks ára aldur kunnu vera við. Endamálið er at kveikja áhugan fyri svimjing, umframt við tíðini at fáa fleiri svimjarar við í felagið. Andrea Eldevig og Durita Eldevig Olsen, báðar lærarar við sergrein í svimjing, standa á odda fyri svimjiskúlanum.