Kim Simonsen
Yngru systrini Maggie (Cameron Dias) dámar best at ballast. Hon hevur onga útbúgving, er orðblind og flákrar frá einum arbeiði til annað. Maggie er ein ordans blondina. Hennara lívsvirði byggja fyri tað mesta á, at hon er øgiliga pen, men tað gongur henni ikki serliga væl. Hon er heimleys í heilum og livir av øðrum og dámar best at búgva á sofuni hjá vinum.
Framgongd í heiminum, men ikki í lívinum
Hin systurin Rose (Toni Colette) er løgfrøðingur. Útbúgvin á Princeton og arbeiðir á einum stórum advokatskrivstovu í Philadelphia. Um dagin er hon ein dama, ið hevur tamarhald á lívinum, men í einrúmi er hon ólukkulig. Hon troystar seg við at eta og vigar tí eitt sindur ov nógv, hetta ger, at hon heldur, at henni ikki klæðir at fara í fín klæði. Hon eigur tó eitt fult skáp av flottum og dýrum skóm í øllum litum og skapi, men hon hevur ongantíð møguleika at fara í hesar, tí mannfólkini bjóða henni ikki út. Rose hevur sum advokatur framgongd í vinnulívinum, men í privatlívinum er hon alt annað enn so væl fyri.
Mamma teirra er deyð, og pápin er giftur upp aftur við einari smáborgarligari orðnutari og snobbutari kvinnu, ið nærum er býttari enn hon sjálv Hyacinth frá ensku sjónvarpsrøðini.
Tá filmurin byrjar, eru Maggie og Rose farnar at klandrast. Hetta er púra vanligt millum systranar, men hesaferð er klandrið meiri álvarsamt. Rose blakar Maggie út. Hin hjálparleysa Maggie veit sær ikki livandi ráð, hon endar við at fara at vitja ommu sína Ellu (Shirley MacLaine) í Miami. Her byrjar søgan av nýggjum, og við eitt detta beinarað undan skýmaskotinum.
Eisini ein skaldsøga
Filmurin byggir á eina bestseller skaldsøgu eftir Jennifer Weiner, ið útkom í 2002. Bókin snýr seg um, hvussu ymisk systkin kunna vera, sjálvt um tey eru uppvaksin í sama heimi, hava somu søgu, men ofta eru systkin sum dagur og nátt. Spurningurin er tó, hvat skyldskapurin hevur at siga fyri einstaka menniskja.
I dine sko er leiksjórnaður av Curtis Hanson, ið annars eru kendur fyri filmar sum t. d. The River Wild (1994), Wonder Boys (2000) og Eminem-filmin 8 Mile (2002). Serliga er hann tó kendur fyri filmatiseringina av James Ellroy skaldsøguni L.A. Confidential (1997).
Nógv halda, at hann við hesum filminum er farin at gera kvinnufilmar, men Hanson sigur sjálvur, at: I dine sko er ikki so ymiskur frá øðrum filmum, ið eg havi gjørt. Allir mínir filmar snúgva seg um fólk, ið royna at finna hvat hendur við teimum sjálvum og hvat hendir við teirra lívi. Fólk sum hungra eftir at knýta bond við onnur og at fáa eina familju.
Diaz´ifisering
Hin vakra Cameron Diaz (f. 1972) spælir leiklutin sum Maggie. Hon var fotomodel í fimm ár, áðrenn hon í 1994 byrjaði at spæla filmar sum 21 ára gomul. Diaz hevur síðani verið við í filmum sum t. d. Theres Something About Mary (1998), Vanilla Sky (2001) og Gangs of New York (2002).
Diaz er fleiri ferð vald sum ein av teim 50 mest vøkru fólkunum í heiminum. Hetta brúkar leikstjórin Curtis Hanson alt ov nógv, Diaz gongur og melur í undirklæðum og ger seg lekra meginpartin av filminum, ið eg haldi ikki hevur aðra meining, enn at brúka tað at Diaz er ein babe, ið selur.
Hin daman, Toni Colette (f.1972), sum spælir Rose er úr Austraila og er kend frá filminum Muriels Wedding (1994). Við hesum filminum fylgdi eitt gjøgnumbrot og hon endaði í Hollywood. Seinni hevur hon spælt við filmum sum 8½ Women hjá Peter Greenaway, The Sixth Sense (1999), About a Boy (2002) og The Hours hjá Stephen Daldrys. Hon skal altíð spæla ein eitt sindur miseydna kvinna, ið nærum er um at fáa eitt nervasamanbrot. Eg haldi, at hon er djørv, tí hon hevur sum kvinna einki móti at vera mishátt. Í veruleikanum er Toni Collete ein pen kvinna, men verður hon brúkt á filmi skal hon helst taka minst 20 kilo uppá. Eg eri bangin fyri, at hon altíð fer at vera kend sum hin einsamalla og prúða Muriel, ið droymdi um at giftast, meðan hon hoyrdi ABBA. Muriel´s Wedding var ein rørandi filmur, og Toni Collette spælir sera væl í I Dine Sko.
Shirley MacLaine
Shirley MacLaine (1934) spælir omma Maggie og Rósu Ella. MacLaine er nærum ein stovnur í Hollywood, hon hevur nú verið kend í 50 ár. Hon var longu við í Alfred Hitchcock filminum The Trouble with Harry (1955). Seinni hevur hon verið stjørna í hópin av filmum. Serliga minnist eg hana frá rørandi filminum Postcards from the Edge (1990), við Meryl Streep, har Shirley spælir ein gomul og grenjut filmdiva.
Søgan í I Dine Sko er ikki ein av teim mest intelligentu. Filmurin er minst ein hálvan tíma ov langur, men Shirley MacLaine og Toni Colette bjarga filminum, meðan Cameron Diaz er hin livandi/tosandi dreymagentan, ið eg ikki taki í álvara sum sjónleikara, hon spælir ikki serliga væl. Sjálvt um Curtis Hanson er ein dugnaligur leikstjóri og I Dine Sko er í støðum undirhaldandi, men filmurin hevur ov nógv brek.
Filmurin I Dine Sko, er ein undirhaldandi filmur, ið snýr seg um tvær systrar, ið eru sum dagur og nátt. Tað einasta tær hava til felags, er at tær brúka sama nummar í skóm. Annars eru tær æviga í andstøðu
FILMSUMMÆLI