Systrar skulu steinast til deyða

Hægstirættur í Iran hevur staðfest, at tvær systrar skulu steinast til deyða, tí tær vóru ótrúgvar

Tann 27 ára gamla Zohreh og systir hennara Azar vórðu upprunaliga dømdar at fáa 99 koyrlasløg í part, eftir at ein dómstólur í Teheran dømdi tær sekar í at hava havt tað, sum rætturin kallaði "ólógligt samband" við menn.

 

Maður Zohreh var ikki nøgdur við revsingina og gav rættinum eina sjónbandsupptøku, sum vísti tær báðar systrarnar saman við øðrum monnum. Tað fekk rættin at taka málið uppaftur, og nú vórðu systrarnar dømdar fyri at hava verið ótrúgvar og at verða steinaðar til deyða.

 

Systrarnar játtaðu, at tær høvdu verið saman við øðrum monnum, men hildu uppá, at tær høvdu ikki havt nakað kynsligt samband við menninar. Tí gjørdi verji teirra av at leggja málið fyri hægstarætt, men rætturin hevur nú víst málinum frá sær og hevur sostatt staðfest dómin.

 

-Hægstirættur hevur staðfest, at Zohreh og Azar skulu steinast til deyða, sigur verjin, Jabbar Solati, við iranska blaðið Etemad. Sjálvur heldur hann, at dómurin byggir á sera veikt grundarlag, og hann hevur eisini mótmælt, at systrarnar eru dømdar tvær ferðir fyri tað sama brotsverkið, sum tær eru lagdar undir.

 

-Dómarin hevur ikki fingið nøkur løgfrøðilig prógv, sum geva grundarlag fyri steining, sigur Jabbar Solati við Etemad.

 

 

Frávik sett til viks

 

Eftir iransku revsilógini kann ótrúskapur revsast við steining, men í 2002 kunngjørdi ayatolla Mahmoud Hashemi Shrahroudi, sum tá var ovasti fyri landsins dómstólum, ávís frávik frá regluni um steining. Kortini varð ein maður steinaður til deyða í landspartinum Qazvin í fjør, eftir at rætturin hevði dømt hann sekan í ótrúskapi. Málið vakti stóran ans víða um heimin, og fleiri lond mótmæltu revsingini.

 

Iranska revsilógin loyvir deyðarevsing fyri ótrúskap, vápnað rán, rúsevnahandil og onnur lógarbrot, og í flestu førum verða deyðadømd hongd á almennum staði.

 

-Eg var lærari, og mær dámdi sera væl arbeiðið. Men maður mín noktaði mær at fara til arbeiðis. Hann var sera illgrunasamur og legði meg undir at hava samband við aðrar menn, sigur Zohreh við Etemad.