Systrarnar á Lakjuni á festival

Evy, Victoria og Paula á Lakjuni hava konsert á Summar Festivalinum

Evy, Victoria og Paula á Lakjuni hava allar roynt seg við tónleiki – bæði á útgávum og á palli – og nú sameinast systrarnar til framførslu á Summar Festivalinum í august.

 

Victoriu kenna mong frá útgávuni av sanginum "Mary Did You Know", sum kom í 2017. Paula gav í fjør út sangin "Noel", og hon var eisini ein av sangarunum á kenda sanginum "Tað kundi verið eg". Evy hevur spælt klaver á útgivnum sangum og til framførslur hjá systrunum.

 

Saman við bólki fara tær dugnaligu systrarnar at hava konsert á Summar Festivalinum, sum verður hildin í døgunum frá 7. til 9. august. Tær fara at spæla eitt úrval av føroyskum og útlendskum sangum.