Systrarnar á lærinum

Tær báðar systrarnar, Linda og Maiken Johannesen, úr Vestmanna, hava ikki so lítið til felags. Leygardagin skulu tær royna at rógva Havfrúnna til sigurs á heimasjógvi.

Fyri okkurt um tveimum vikum síðani var prógvhandan á fiskivinnuskúlanum í Vestmanna. Millum teirra, ið fekk prógv eftir trý ára skúlagongd, var Maiken Johannesen úr Vestmanna. Yngra systurin hjá Maiken, Linda, gongur eisini á fiskivinnuskúlanum, men enn væntar henni tvey ár, áðrenn hon, eins og systurin, kann fáa húgvuna á høvdið.
Linda og Maiken hava báðar drúgvar royndir í kappróðri. Báðar hava tær róð í seks ár við ávíkavist Havfrúnni og Junkarinum úr Kvívík. Í ár rógva báðar við 5-mannafarinum Havfrúnni úr Vestmanna, og báðar sita tær á lærbekki. Linda situr bakborðsmegin, meðan Maiken situr stýriborðsmegin. Higartil í ár hevur tað gingið hampuliga væl hjá Havfrúnni, sum er endað nummar 2, 4, 3 og 6 á teimum fýra róðrunum, sum higartil eru farnir aftur um bak í FM-kappingini. Systrarnar báðar siga við ein munn, at á Fjarðastevnu ætla tær at gera bart og vinna róðurin, hóast tær vita, at tað verður trupult, tí serliga Blikur og Sílið hava staðið seg væl higartil í ár.
Sjálva fjarðastevnuna fara tær báðar systrarnar fyrst og fremst at hugsa um kappróðurin, men sjálvsagt verður eisini tíð til annað. Linda og Maiken siga, at aftaná kappróðurin fara tær óivað ein túr runt í bygdini at forvitnast og heilsa upp á fólk.