Hvussu kunnu tit yvirornað lýsa tykkum sjálvar?
Mathea: Eg eri innovativ og vil hava nakað at henda her og nú. Mær dámar væl at kasta meg út í nýggjar uppgávur og royna nýggjar leiðir. Eg eri ótolin, sum eg eisini kann nýta til nakað positivt, tí í privatu vinnuni, har eg í størstan mun havi starvast, eru ikki stundir til at drála. Spælireglurnar í privatu vinnuni avmynda sostatt í stóran mun mína náttúru, har arbeiðið skal ganga skjótt, og har tað ræður um at koma við nýggjum initiativum.
Í mínum privatlívi eri eg ruddilig, eg eri spontan, og mær nýtist tí ikki at leggja alt til rættis, tá eg fari í holt við nakað. Eg taki tað meiri, sum tað kemur. Um eg t.d. fái hug til at flyta eina hurð heima við hús, so geri eg tað uttan at drála.
Rúna: Eg eri eins og Mathea ótolin, við tað at eg vil hava nakað at henda her og nú, men mótvegis henni havi eg í størri mun starvast í almenna sektorinum og tillagað meg til tað umhvørvið. Munurin er, at í tí almenna má ein góðtaka, at framstigini eru ikki eins sjónlig og úrslitini meira kompleks. Tú ert partur av eini størri heild, eini langsiktaðari ætlan og eini drúgvari prosess samanborið við privatu vinnuna. Arbeiðið í almenna sektorinum er í stóran mun tengt at politiska viljanum, og tað ger arbeiðið spennandi og avbjóðandi.
Eg trívist, tá eg havi stóra ábyrgd, og einki kann samanberast við kensluna, tá ein sær, at arbeiðið gevur úrslit og eydnast.
Bestu vinir
Hvussu kunnu tit lýsa hvønn annan?
Mathea: Rúna hevur sera góðar eginleikar at leggja tað til rættis, hon fer í holt við. Hon er støðuføst, hon er ikki eins spontan og eg, og so má eg eisini siga um mína stórusystir, at hon mangan fær leiklutin sum tann, sum situr við evstu ábyrgdini og tekur endaligu avgerðirnar.
Tað kemur kanska av, at hon er tann eldra av okkum báðum, og frá barnsbeini av er tað tí fallið henni í lut at samskipa og leggja til rættis. Leiklutirnir sum stórasystir og lítlasystir fylgja møguliga við langt inn í vaksnamannalívið.
Rúna: Eg kann ikki tola at spilla tíð orsakað av mistøkum, og tað er helst orsøkin til, at eg altíð skal leggja mínar ætlanir til rættis frammanundan. Uttan planlegging vassar ein skjótt út í trupulleikar, og tað er tað, eg royni at fyribyrgja.
Mathea: Ja, men tað er ofta tað spontana og óplanlagda, sum er stuttligt og spennandi.
Rúna: Mathea er sera discipliner, nærløgd og professionell, og hon hevur harafturat nakað av tí spontana, sum eg ikki havi í eins stóran mun. Tá eg bíleggi eina flogbilett til Danmarkar og skal til Jylland, hyggi eg fyrst, nær tokini fara av høvuðsbanagarðinum, so allur túrurin passar, uttan at eg skal nýta tíð til at bíða. Mathea heldur hinvegin, at hetta er ein partur av upplivingini ? tað at pláss er fyri tí óvæntaða.
Men munurin stavar møguliga frá barndóminum, tá eg var tann eldra av okkum báðum og hevði náttúrliga øðrvísi uppgávur enn Mathea.
Hava tit báðar eitt tætt forhold?
Mathea: Rúna er mín besti vinur. Eg havi 100% álit á henni, og um mær tørvar at tosa við onkran, vendi eg mær fyrst og fremst til Rúnu.
Rúna: Eg havi tað á júst sama hátt. Vit eru systrar, vinir, "sparringspartnarar" og alt møguligt annað.
Hvat/hvør hevur havt størstan týdning fyri teir persónar, tit eru í dag?
Mathea: Sum ein partur av míni cand. merc. útbúgving í Danmark valdi eg at fara á Harvard University í USA, har eg tók Master í samskifti og uttanríkishandli. Eg var heilt einfalt eitt annað menniskja, tá eg kom heim aftur. Tað, at eg kláraði lesnaðin, var so eitt, men samstundis fekk eg vinir úr øllum heiminum og lærdi eina ørgrynnu. Tað setti nógv í perspektiv og hevði stóra ávirkan á mítt lív. Tað lærdi meg millum annað, at ongar avmarkingar eru, um ein setur sær nakað fyri.
Rúna: Um eg skal nevna eina ávísa hending ella tíðarskeið, leitar mín hugur aftur til tíðarskeiðið, tá eg hevði trý lítil børn, var deildarstjóri á Mentamálaráðnum og tók mína næstu útbúgving sum fjarlesandi á Aalborg Universitet. Tað var spennandi at hava nógv jørn í eldinum samstundis, og mín sjónarringur víðkaðist.
Dirvi
Tit hava báðar gjørt um tykkum og hava eftirhondini havt fleiri leiðandi sessir, og í øllum javnstøðukjakinum eru tit í ein mun tvær atypiskar systrar. Hvaðani kemur henda náttúran?
Mathea: Tað er sjálvsagt torført at siga, hvat skapar eitt menniskja, men vit vóru sera tíðliga uppdrignar at vera sjálvstøðugar, at vinna okkara egna pening og taka ábyrgd av okkara egnu lívsførslu.
Rúna: Ja. Vit eru uppvaksnar við at taka egnar avgerðir og klára okkum sjálvar, og hetta hevur helst verið ein orsøk til, at vit báðar hava torað at tikið við avbjóðingum.
Hvør er so orsøkin til, at vit framvegis hava so skeivt kynsbýti í Føroyum?
Mathea: Tað finnast nógvar kvinnur við beini í nøsini, sum hava eina flotta karrieru, og sum klára seg væl, men kynsbýtið er framvegis sera ójavnt, og tølini tala greitt.
Møguliga er ein partur av orsøkini, at kvinnur verða í ein mun uppdrignar til at halda lágan profil og ikki seta seg sjálvar í miðdepilin. Men tað nýtist ikki at vera so. Eg havi gjørt tað, eg havi havt hug til, og eg havi ikki hugsað so nógv um, at eg eri ein kvinna. Eg eri eitt menniskja, sum havi somu rættindi og møguleikar sum hini uttan mun til kyn, og eg havi ongantíð merkt, at tað er nøkur forðing at vera kvinna.
Rúna: Serliga eru kvinnurnar fámentar í privatu vinnuni. Um vit hyggja at stjórum og nevndarlimum í privata sektorinum, eru syndarliga fáar kvinnur at síggja, og tað er ikki tí, at kvinnur ikki hava hug. Eg kundi uppá standandi fót nevnt tær 20 kvinnur, sum høvdu verið áhugaðar at engagera seg í privatu vinnuni, men tað vísir seg at vera torført at sleppa framat, tá hetta umhvørvið longu er so mansdominerað.
Hetta kann kallast "Rip, Rap og Rup-effektin". Tá Rip og Rap skulu velja ein nýggjan persón at seta í starv, so velja teir í flestum førum Rup. Tað vil siga, at teir heilt instinktivt og automatiskt velja ein, sum líkist teimum, og sum teir kunnu identifisera seg við. Við øðrum orðum vil ein maður í flestu førum velja ein mann, eins og ein kvinna vil velja eina kvinnu, og hetta er mynstrið og óndi sirkulin, um eitt øki fyrst gerst ov dominerað av einum ávísum bólki, sum talan er um í privatu vinnuni. Hesar sálarligu mekanismur er ein orsøk til, at tað er torført at fáa broytingar í lag.
Men hava kvinnurnar sjálvar so onga skuld í, at býtið er so skeivt?
Mathea: Jú, sjálvsagt. Føroyskar kvinnur skulu í ein mun gevast at vera so sjálvhátíðarligar. Tær skulu tora at "dumma seg" og gera mistøk, og tær skulu við øðrum orðum tora betri at vera tær, tær eru. Eg havi lært, at um tú eisini torir at vísa tínar veikleikar, kemur tú langt.
Hava tit í tykkara leiðandi sessum nakrantíð upplivað kynsdiskriminatión?
Rúna: Eg vil siga, at menn og kvinnur verða lýst ymiskt, hóast orð skulu setast á júst teir somu eginleikarnar. Meðan ein maður er framfýsin, fær sítt ígjøgnum og hevur "handlekraft", verður ein kvinna við júst somu atferð og sinnalagi í staðin løgd undir at vera skrøpp, agressiv o.s.fr. Frá at vera positiv gerast lýsingarorðini um eina kvinnu meiri negativ, og tí skal ein kvinna í Føroyum møguliga tola meiri atfinningar samanborið við ein mann. Hetta havi eg t.d. fingið smíðað á mín rygg í mínum leiðandi sessum, meðan vit ongantíð høvdu sagt um ein mann, at hann var skrappur og agressivur, bert tí hann var viljasterkur, kravdi ein innsats og setti sær nøkur mál. Tað er meiri óvanligt at síggja eina kvinnu gera seg galdandi, og tí verður hon heilt náttúrliga lýst øðrvísi enn ein maður.
Sjálvsagt skulu føroyskar kvinnur eisini taka í egnan barm. Men eg haldi, at kvinnur í leiðandi størvum í ein mun skulu finna seg í viðurskiftum, sum menn ikki uppliva í sama mun. Tí kann tað av og á tykjast torførari fyri kvinnur enn menn at gera seg galdandi og standa við róðrið, tá tær mugu á ein hátt tola hesar øðrvísi umstøður, sum menn ikki skulu ígjøgnum. Hetta setir ymisk krøv til kynini, og tað skulu kvinnur við ambitiónum vera tilvitaðar um.
????????????
Rúna Hilduberg
Uttan at hava verið í tí stóra almenna polemikkinum hevur hon handan leiktjøldini roynt tað mesta. Við tveimum útbúgvingum í skjáttuni hevur hon verið sjálvstøðugt vinnurekandi bygningsverkfrøðingur, deildarstjóri á Mentamálaráðnum og undirvísari á Studentaskúlanum í Havn, og seinastu tvey árini hevur hon verið stjóri á Granskingarráðnum.
Rúna Hilduberg sigur, at drívmegin er at fáa ávirkan. Hon stílar høgt, hon vil hava ábyrgd, og hon metir, at kvinnur eiga ikki at halda seg aftur, sum tær í ov stóran mun hava lyndi til.
?????
Blá bók
Rúna Hilduberg
Útbúgving: Bygningsverkfrøðingur og MBA í leiðslu og vørumenning.
Arbeiðsroyndir: Undirvísari í støddfrøði á Føroya Studentaskúla og HF-skeiði, deildarstjóri á Mentamálaráðnum fyri vinnu- og miðnámsskúlar, sjálvstøðugt vinnurekandi bygningsverkfrøðingur, stjóri á Granskingarráðnum.
??????????
Mathea Hilduberg
Eins og stórasystir eru tvær útbúgvingar fingnar til høldar. Eftir eitt tíðarskeið í danska BG Bank gjørdist hon m.a. marknaðar- og projektleiðari í Føroya Sparikassa, síðani vóru boð eftir henni á Løgmansskrivstovuni, áðrenn leiðin gekk í sess sum fíggjarleiðari á fiskasøluni og landingarmiðstøðini Snodd á Toftum. Karrieran tók eina vend, tá hon gjørdist stjóri á Listaskálanum, men hon takkaði fyri seg eftir bert trimum mánaðum og gjørdist aftur fíggjarleiðari á Snodd. Samstundis tekur hon sær eisini av tølunum á Kongshavnar Trolarafelag.Sjálv sigur Mathea, at hon er innovativ, hon elskar nýggjar uppgávur, og so metir hon, at føroyskar kvinnur skulu tora betri.
?????
Fakta um Matheu
Útbúgving: Cand.merc. og Master í samskifti og uttanríkishandli.
Arbeiðsroyndir: Leiðaratrainee í BG Bank, marknaðar- og projektleiðari í Føroya Sparikassa, fulltrúi á Løgmansskrivstovuni, stjóri á Listasavnið Føroya og fíggjarleiðari á p/f Snodd og Kongshavnar Trolarafelag