Í morgin klokkan 9.30 byrjar stóri CONTRAST FM-dagurin í judo, borðtennis og badminton. Fólk kunnu síggja tað, sum væntandi verður 16 spennandi finalur í judo, borðtennis og badminton uppi í Hoyvíkshøllini.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr formannin í Badmintonsambandi Føroya, Erik E. Thomsen greiða frá spenninginum, sum er í badminton, ikki minst um FM-finaluna í einmansleiki, sum er ein systrauppgerð millum Rannvá D. Carlsson og Brynhild D. Carlsson.