Kríggið Undir krígnum, tá ið vit hoyrdu lagnutónarnar frá fimmtu symfoni Bethovens frá BBC, lógdu kvinnurnar stokkarnar frá sær, og menn sótu fót á skák inni í lurtunum og royndu at fáa fatur í frásagnunum, sum bornar vórðu um bardagan úti í víðu verð. Hetta ragnarrok var fest í fýra tónar – trý g og eitt es (e b). Vit kunnu geva okkum í holt við at tulka hesar tónar á ymsan hátt – at tað t. d. er fuglasangur, sum Bethoven hoyrdi í skóginum kring Wien; tað er lagnan, ið pikkar upp á dyrnar; tað eru dómadagsbasúnirnar, ið runga, ella okkurt annað, sum er í somu skuffu, sum gevur seg til kennar og rørir sinnið á okkum. Vit mugu bert til seinast og síðst undrast yvir hesar nótar, sum fara gjøgnum mønu og merg, tá ið vit hoyra restina av tónleikinum í teimum 500 taktunum, sum eru í hesi symfoni. Soleiðis gingu árini í hesum lagnutónum, sum Bethoven í vøkunáttum við marruni á baki fann fram til, men ikki bert tað, eisini mátti hann lata ljóðið í tað røttu rytmina, og balla fraseringarnar inn í rættar tónsetingar, og instrumentini skuldu hava sín rætta førleika. Alt hetta liggur goymt í teimum fyrstu tónunum... bam,bam, bam, ba.... Lagnuløtur Hugsi næstan øll, sum fáast við tónleik, hava sítt bam,bam,bam, ba... eisini Føroya symfoniorkestur. Tað var ein stórur dagur í Fuglafirði, tá ið tann fyrsta harmonikan kom inn um Eiðið. Tá fóru tær ungu genturnar, og teir ungu kavalerarnir at sveima og reika um dansistovugólvið í kátum rytmum - í rheinländara, valsi, polka og tango. Alt bar til, og norskar kærleiksvísur livdu á teimum ungu varrunum, ið darraðu í summarlotinum og vetrarkyldunum. Hetta vóru lagnuløtur í ást og kærleika... lagnuløtur í harmonikutónum Men ein dag kom ein royndarmusikskúli inn um Eiðið. Hetta var eina annar ljómur, sum læt upp tann klassiska heimin hjá teimum ungu. Harmonikan hevði havt sína ávirkan, og nú vóru tað onnur ljóðføri, sum stunaðu um gøtuhornini, og góvu ljóð frá sær í litføgrum tónum, sum ein dag endaðu í einum symfoniorkestri... bam,bam, bam, ba..... Stríð og strev Alt hevur sína byrjan, ja, í fáum tónum, men alt hevur sítt stríð og strev. Vit vita, at Bethoven gjørdi minst 14 royndir til lagið, sum 2. satsur byrjar við í 5. symfoni, og 8 ár runnu, áðrenn hann fann fram til ta røttu útgávuna av somu symfoni. Nú hevur Føroya symfoniorkestur livað í 25 ár og er í góðum árum. Royndirnar hava verið ójavnar, burðarløturnar hava verið stravnar og okkurt høggið hevur staðið av hesari gongd bam,bam, bam, ba.... bam,bam, bam, ba.... men alt hvad jeg må lide, lad mig ikke miste mit forstand .. bam,bam, bam, ba.... søgdu tey gomlu. Og tað hava teir, sum hava staðið á odda í hesum stríði, duga. Hugsi, at orkestrið hevur ongantíð verið betri enn tað sama..... og tað er harmonikuni fyri at takka... nei, tvætl, nei, nei harmonikan hevði eisini sínar lagnuløtur, tá ið gøtumenn komu til Fuglafjarðar og vildu køva harmonikudansin við: Í Gøtu ein dag ....... Hetta var ein onnur symfoni ..... bam,bam, bam, ba....symfoniorkestrið í sjálvum sær er eitt undur... og Føroya symfoniorkestur er sprottið úr øllum tí ljómi, sum hevur verið her á landi – Føroya musikskúla, frítíðarundirvísingini, hornorkestrunum, harmonikuni, kórunum, kvæðunum... og úr í Gøtu ein dag. Endi Bethoven hevði tað svárt, tá ið hann tilevnaði 5. symfoni. Marran líkist tí fagrastu gentu, men er tó hitt versta trøll, og allar tær royndir, sum eru til skjals í originalpartiturunum hjá Bethoven og hansara Fimmtu symfoni, eru eins og trøll, men tónleikurin er sum vakrasta sprundið, tú kanst hugsað tær. Symfoniorkestrið var kanska ein tungur burður at lyfta, men í dag er tað ein partur av okkara tilviti. Ein eiggilig moy, sum vit elska og eru stolt av. Hjartaliga til lukku við teimum 25 árunum!