Tíðargrein: Professionellir politikarar?

- Vandin er fyri, at tað verða teir somu fáu persónarnir, professionellir politikarar, ið koma at hava síðsta orðið í øllum politiskum málum

Brot úr tíðargrein, sum Hallur av Rana, stjórnmálafrøðingur, hevur skrivað í Sosialinum í dag. Les alla greinina í blaðnum, sum er komið í handlarnar í Havn nú og kemur kring landið seinnapartin. 

 

Um vit fáa eina gongd í Føroyum, har alsamt fleiri politikarar røkja fleiri politiskar sessir, so er tað ein vandi fyri, at vit fáa eina politiska stætt í Føroyum, ið livir í síni egnu politiskari boblu.

 

Ein stætt, ið brúkar meginpartin av síni tíð upp á politikk, og dagarnir fara við at møtast við teimum somu persónunum á samgongufundum í Tinganesi, í kaffistovuni í Løgtinginum, til nevndarfundir í býráðnum, til fundir í Kommunufelagnum, til aðalfundir hjá SEV og øðrum kommunalum stovnum o.s.fr. 

Um onkur heldur, at hetta er at gera ov nógv av, so er hetta longu støðan í dag.

 

Vandin er fyri, at tað verða teir somu fáu persónarnir, professionellir politikarar, ið koma at hava síðsta orðið í øllum politiskum málum. Tað verða teir somu fáu persónarnir, ið sleppa at avgera hvussu føroyingar liva sítt lív. Tað verða teir somu fáu persónarnir, ið avgera hvat kommunuskatturin er, hvat landsskatturin er, hvat el-prísurin er o.s.fr. 

Sostatt verða tað nakrir heilt fáir valdmiklir politikarar, ið fáa víttfevnandi vald at blanda seg upp í privatlívið hjá borgarunum.