Tíðarsparingin hjá Alfred Olsen, er tíðspilla hjá Havnarfólki!

Hallur Hjalgrímsson
[email protected]
Nú hevur Alfred Olsen aftur verið frammi í bløðunum, har hann hevur greitt frá, hvussu gott og tíðarsparandi tað hevði verið at fingið ein tunnil frá Skálafjørinum og til Havnar. Tí kenni eg meg noyddan at gera nakrar viðmerkingar hesum viðvíkjandi.
Hóast Alfred Olsen við jøvnum millumbilum, hevur skrivað í bløðunum, um hvussu gjarna hann vil hava ein tunnil til Havnar, so er tað ikki ein av okkara fólkavaldu í Tórshavnar býráð ið letur við seg koma. Tað er í sær sjálvum ræðandi, tí um tað sum Alfred Olsen sigur er eftirfarandi, ja so verður ikki liviligt í Havnini eftir at tunnilin ímillum Skálafjørin og Havnina er latin upp.
Alfred ikki tikið atlit til ferðsluna í Havnini!
Eg vil fyri ein ordans skyld tríva í nakað av tí Alfred Olsen skrivar í greinini ?Tunnilsverkætlan Skálafjørður-Tórshavn? í Sosialinum 17. apríl 2004. Hann sigur soleiðis: ?Men ætlanin hjá Landsverkfrøðinginum manglaði totalt tað fíggjarliga atlitið, tí bæði í samband við íløgu og rakstur vildi ætlanin viðføra eina fíggjarliga útreiðslu fyri landskassan?.
Lat tað vera sagt alt fyri eitt, at eg als ikki eri førur fyri at úttala meg um tað fíggjarlig aspektið av tunnilsverkætlanini. Tó má tað vera eitt krav frá almennari síðu, at um ein slíkur tunnil, ið kemur at kosta bróðurpartin av einari milliard, skal borast, so má tað vera óheft av landskassanum.
Um vit venda aftur til greinina hjá Alfred, so sigur hann, at landsverkfrøðingurin totalt manglaði tað fíggjarliga atlitið. Tað skal eg geva Alfred rætt í, men sjálvur hevur hann ikki tikið atlit til tann ferðsluruðuleika, ið ein slík tunnilsverkætlan fer at elva til her í høvuðsstaðnum.
Sum eg áður havi víst á, so er ferðslan í Havn longu nú ein trupulleiki. Tí kann eg ikki annað enn halda Alfred Olsen vera ógvuliga óseriøsan og subjektivan í sínari heildarmeting, av einari møguligari tunnilsverkætlan ímillum Skálafjørðin og Havnina. Hann tekur jú bara tað, ið er positivt fyri seg og síni við. So áðrenn hann langaði út eftir landsverkfrøðinginum, átti hann at sett seg inn í øll aspektini í einari slíkari verkætlan, og ikki bara teimum tingunum ið eru positiv og viðkomandi fyri hansara egna valdømi.
Tíðarsparingin er ein beinleiðis hóttan!
Ásannast má, at tað sum Alfred Olsen í síni seinastu grein vísir á, er alt annað enn positivt fyri okkum sum búgva her í Havnini. Hann skrivar soleiðis: ?Mótvegis hesum verður tann privata undirsjóvarverkætlanin millum Skálafjørðin og Tórshavn, fíggja uttan fyri landskassan og raksturin gevur yvirskot, tí ferðslan verður so nógv og gjaldi lágt, umframt at tíðarsparingin hevði verið millum 30 og 60 min. hvønn vegin?.
Tá eg nú hevði lisi hettar, so var tað fyrsta eg kom í tankar um, akkurát hvønn tað er ið Alfred Olsen hugsar um tá hann sigur, at 30 til 60 minuttir eru at spara. Eg kann í øllum førum staðfesta, at talan neyvan kann vera um borgararnar í Havnini.
Veruleikin er tann, at 30 til 60 minuttir er tann tíðin í fólk her í komununi brúka at koma til arbeiðis sum nú er. Her hugsi eg serliga um barnafamiljur í fyrst skulu í skúla og barnagarð við børnunum, áðrenn tey sjálvi skullu til arbeiðis. Tí er ikki neyðugt at eita Einstein fyri at rokna út, at støðan ikki ferð at gerast betur hvat viðvíkir ferðsluni her í høvuðsstaðnum.
Við hesum í huga, so kann eg ikki taka tað sum Alfred Olsen sigur um lágar prísir og tíðarsparing sum annað enn eina regulera hóttan, og átti hettar at gjørt at ein ávaringarlampa átti at fari og blunka hjá tykkum í sita í Tórshavnar býráð. Men nei, hvørki orð ella eiður.
Bummgjald á Sandvíkarkjalla, eitt møguligt aftursvar!
Um enn ein undirsjóvartunnil skal borast, til Havnar, ja so er neyðugt at seta tiltøk í verk til tess at tálma trýstinum á veganetið í høvuðsstaðnum, og har er ein møguleiki at krevja bummgjald fyri at kunna koma inn í Havnina við bili. Tað vísir seg at rigga væl í øðrum londum, so eingin ársøk er at halda, at tað ikki skal rigga her hjá okkum. Okkurt má í øllum førum gerast, hóttanin er í øllum førum reel nokk. Sandingar hava eisini lagt upp til ein tunnil til Sands. Tí átti hettar at verið nakað ið allir limir í Tórshavnar býráð aktivt áttu at farið og sett seg inn í og havt eina meining um. Ella skal mann bara lata standa til?