Tá Asfaltið í Tórsgøtu hitnaði

Øll kenna fjálgandi hitan og serstaka angan av nýggjum, kókandi asfalti. Vit gerast forvitin, men vilja tó ikki koma ov nær, men spenningurin er stórur, tí nú verður nýggj breyt gjørd ella ábøtur gjørdar á onkra gamla breyt, sum vit hava gingið og koyrt á upp í saman, meðan tosað varð um, at nú mátti onkur tikið seg saman, tí ov nógvar holur eru í og ábøtur krevjast. Tónleikatiltakið Asfalt um vikuskiftið breyt bæði upp úr nýggjum, gjørdi ábøtur og fekk gomul før aftur á breytina

Myndir:
Álvur, Jens Kristian, Dagfinn, Frans,
 
Við 6 tónleikapallum í somu gøtu, Tórsgøtu í Havn, fór tónleikatiltakið Asfalt av bakkastokki fríggjakvøldið. Her skuldi gøtan fyllast við tónleiki í tveir dagar.
Lagt var upp til tónleikaupplivingar við føroyskum bólkum. Teimum ungu og nýggju, teimum, ið eru hámettir og virknir í dag, men eisini hoyrdust nakrir, ið ikki hava verið at hoyrt í áravís. Ein frálík blanding, ið ein kundi uppliva við at reika á asfaltinum í Havnargøtum.
Tjóðpallurin, Margarinfabrikkin, Posthúsið, Cippo og Miðlahúsið hýstu tónleiki, men so var eisini stóri útipallurin, ið bæði kvøldini gjørdist virkin um 20 og 21 tíðina og fram til náttartíð. Fríggjakvøldið vóru so aftur konsertir út á náttina á smærru pallunum.
 
Eydnaðist
Og tað var eitt frálíkt tiltak, ið sýntist at eydnast væl. Mær untist at uppliva allar bólkarnar fríggjadagin og náttina og so fyrsta partin av leygardagsskránni.
Og tað var, sum hitnaði asfaltið í Tórsgøtu hesar dagarnar, har tað veruliga hoyrdist, at tað grør um gangandi fót á føroyska asfaltinum, tónlistarliga talað. At tað ber til at bjóða eini seksti ymisk og góð  føroysk tónleikatilboð fram upp á tveir dagar er framúr.
Eg fari sum so ikki at ummæla bólkar og einstaklingar, men at taka lesaran við á rundferð mína á asfaltinum í Tórsgøtu.
 
Ov seint
Klokkan 19 fríggjakvøldið byrjaði tiltakið og á skránni stóðu Poppkorn, Knút Háberg Eysturstein, Hanus G. Johansen, Unn Patursson og Magni Christiansen. Beinanvegin skiltist, at føroyingar hava enn ikki lært at fara í býin í góðari tíð, men heldur tá náttin byrjar at merkjast.
Hendan fyrsta tíman var lítið av fólki í Tórsgøtu og Hanus G Johansen átti størstu fjøldina, hóast hon væl kundi verið størri. Tey yngru lurtaðu eftir Poppkorn, meðan onnur leitaðu til hini tilboðini, men synd er at siga, at fólk flokkaðust um tilboðini. Men hetta merkti ikki tónleikin, tí tey sum lurtaðu fingu góðan tónleik.
Hvønn tíma komu nýggj nøvn á pallarnar og væl gekk at halda tíðina. Onkur hevði óivað ringt við at velja, hvar farast skuldi, tí fimm nøvn spældu í senn og sum lurtari ber illa til at vera alla staðni í senn, hóast tygara útsendi sum best royndi hendan leiklutin.
Klokkan 20 komu aftur ymisk nøvn á ymsu spælistøðini. The Story Ends, Brandur Enni og Anytime, Tarira, Stanley Samuelsen og Lív Hansen. Aftur okkurt til øll. Kóráhugað leitaðu til Tarira, meðann rockur/poppur var í Margarinfabrikkini og á Tjóðpallinum, men meira fólksligir tónar vóru í Cippo og í Miðlahúsinum. Stanley vísti aftur, at sum sangari og framførari er hann góður og ikki minst er hann dugnaligur guitarleikari.
Klokkan 21 kom so ljóð í stóra annleggið við stóra útipallin. Enn tyktist heldur tómligt í Tórsgøtu, men tað byrjaði so smátt at síggjast, at fólk høvdu leitað sær á Asfalt. Nú hvíldi smærru spælistøðini og alt ljós stóð nú á útipallin.
Lena, Niclas og teirra roynda og dugnaliga manning fingu heiðurin at byrja konsertrøðina á útipallinum fríggjakvøldið. Tað gjørdu tey sjálvandi í frálíkum, tryggum stíli. Men eg kundi hugsað mær, at av pallinum var útsýni yvir ov nógv asfalt og ov fá fólk.
Enn sá nevniliga út til, at fólk vóru á veg, seint men trygt.
Marius átti so pallin og melodiøsi rockurin streymaði niðan eftir Tórsgøtu. Bólkurin er ikki so ofta at hoyra, men hevur roynt seg í ymsum størri høpum. Løgini eru góð og vælspæld og fjøldin tók væl ímóti.
Nú var føroyska áhoyrarafjøldin so spakuliga vaksin so mikið, at fólk sást aftur í túnunum.
 
Makrelur og kókandi Asfalt
Makrelur er ikki ókendur á leiðini við Vágsbotn, men júst hesin, sum nú átti pallin, hevur neyvan spælt sær har áður.
Makrel hevur ment egnan stíl og hevur fingið fastatøkur á mongum føroyingum. Framførslan á stóra pallinum fríggjakvøldið riggaði eisini væl hjá teimum og teir tóktust væl upplagdir. Kanska spæligleði, eftir at bólkurin ikki hevur verið nógv at hoyrt eina tíð. Enn sum áður , so er tað Rasmus, ið setir dagsskránna við frálíkum og eyðkendum guitarspæli.
Nú sást betri, at føroyingar høvdu leitað sær á Asfalt.
Og Side Effect kom á pallin við sínum villa teknotónleiki, ella hvussu ein eyðmerkir júst hendan tónleikin. Men staðfestast kann, at alt í einum, so kókaði Asfalt. Yngru lurtararnir, fjeppararnir, leitaðu sær heilt fram at pallgirðingini. Og tá teir so ikki sluppu heilt fram, so tók sangarin sjálvur stig til at koma í samband við lurtararnar. Hann kom um pallkantin, sum tikið verður til. Hann gekk tann síðsta meturin millum pall og girðing og fjøldin tók hann til sín.
Vilt, hugtakandi og gott. Og so nógv øðrvísi, enn tað vit annars hoyra og síggja. Við hesum brakinum av eini framførslu var stóri pallurin mettaður og stundir vóru aftur til smærru støðini.
 
Afturhvarv
Náttin bjóaði nógvar framførslur á teimum fimm smærru spælistøðunum. Skráin beyð Ineptus, Stórbandittar, Safir, Eyðun Jacobsen, SIC, Villmenn, roWan, Jazztrio, Deiggj, Hatespeech, All That Rain, Rútmiskt Kór, Vágaverk og Spælimenn.
Blandaðar uppgávur, men okkurt til tey flestu.
Hóast fjøldin nú var hampuliga stór, so merktist á ymsum støðum, at lítið var í part, tá fleiri pallar eru í senn.
Frálíkt var sjálvandi at hoyra Safir aftur og tað merktist eisini undir framførsluni hjá teimum, har fólk hugnaðu sær og sungu við. Teir báðir í Safir høvdu styrkt sær framførsluna við Eyðun Hansen á guitari og Brandi Jacobsen á trummum. Tað riggaði hjá teimum og tey mongu, ið høvdu glett seg til at hoyra Safir, eftir fleiri enn 10 ára steðg, gjørdust ikki skuffað.
SIC eru góðir og sermerktir og roWan borgaði fyri eini inniligari og ærligari framførslu, har han frá fyrstu løtu prátaði við lurtararnar og eina við guitara spældi sín tónleik. Stílurin  var sera berur, ærligur og hugtakandi. Reggae og/ella blues kendir tónar frá roWan, ið er alt ov lítið at hoyra í føroyska gerandisdegnum.
Jazztrio duga síni ting og riggaðu væl í umhvørvið á Cippo. Deiggj hevði eina orkumikla kavalkadu av Gasolin slagarum í Miðlahúsinum, meðan okkurt egið gamalt hitt eisini fekk pláss. Deiggið tykist aftur vera farið til gongu av álvara.
Vágaverk syrgdi fyri, at vágasound eisini fekk rúm niðast í Tórsgøtu. Sámal og Jóan Jakku og manning teirra gjørdu tað, ið teir duga best, nevniliga at spæla tað, ið teimum dámar og tað, ið teir sjálvir hava framleitt. Frálíkt.
Hatespeech komu sum Føniks aftur úr øskuni. Eisini hesin bólkurin hevur verið burtur úr pall ljósinum í áravís. Teir mundu eina tíð vera einasti tungmálmsbólkurin, ið veruliga fekk alt at rigga. Síðani hava fleiri gingið í teirra sporum, men kanska ongin hevur verið so gjøgnumførdur, sum Hatespeech. Og at teir klára tað enn, prógvaðu teir fríggjakvøldið.
Náttin var nú so mikið gomul, at lagið var gott á fjøldini og tað hóskaði væl við bólkum sum All That Rain og Villmonnum.  Og tá so Spælimenninir rundaðu av við løttum tónum, so nýtti onkur høvið at fara upp á gólv, innan kvøldið var av og leitast skuldi eftir asfaltinum heim til hús.
 
Leygardagur
Leygardagin var aftur lív í Tórsgøtu. Eftir at børnini fingu sín part fyrrapartin, var lagt til brots klokkan 15.
DajaVu, Kamarkórið, Blue  Town og Føroya Swing Ting og B-ter/Nanoscopic. Her var tað stuttligt at hoyra Gulla Johansen aftur. Her tóktist ein menning, broyting, vera at hóma. Maðurin við teldunum og ljómborðunum spældi sær við teknotónum, ið vóru lættir og ljómandi. Burtur hin tungi, myrki tónleikurin.
Føroya Swing Ting trein fyrstuferð á pall á Asfalt. Miðlahúsið var karmur um hendan bólk, ið er samansettur av royndum og dugnaligum sangarum, ið so hava góðar tónleikarar afturat sær. Fróði Sandoy, Rúna á Heygum, Kinna Poulsen og Herluf Lutzen syngja og hava so manning úr Plúmm afturat sær. Talan er um standard jazz, swing, so sum vit t.d. kenna tað frá Manhattan Transfer. Og frumframførslan hjá teimum kann bara sigast at fáa ein at vóna, at hendan samansetingin ikki er eingangs.
Ferð mín á Asfaltinum tók at halla, hóast tiltakið helt fram. Á skránni stóð Isadora, Crazy Miss Daisy, Føroya Klarinettorkestur, Fagrir Fuglar og Terji og Føstufressar.
At hoyra Karsten Vogel og fuglarnar spæla gomlu veðurløgini, sum komu á plátu fyri eini 25 árum síðani, var hugaligt. Og nýggj, yngri manning, blandað við uppruna manning, riggaði væl og sum sagt verður; tað sat bara!
Tað sama má sigast um Terja og Føstufressar, sum eisini savnaðu  størstu asfaltfjøldina higartil í Miðlahúsinum. Og gomlu løgini svíkja ikki, men nýggju tónarnir eru sanniliga góðir eisini og  Tú vildi ikki.., ella hvussu lagið nú mann kallast, riggaði, swingaði og sat bara!.
Meðan Pætur við Keldu, Tjant, Ung Stjørnuskot, Lama Sea og Petur Háberg leikaðu, takkaði eg av og leitaði út á asfaltið og burtur frá Tórsgøtu.
Asfalt helt fram, tí enn restaðu eini 10 bólkar.
Frálíkt tiltak, ið spældi væl av.
Fólk kundu komið fyrr fríggjakvøldið, um nakað skal sigast, ið ikki var, sum tað skuldi. Ein hevði hug at halda, at nokk av fólki var ikki, men heimasíðan asfalt.fo sigur, at tað hekk saman fíggjaliga og tað sigst, at eini 1500 fólk vóru, so tað var nokk á eini leið. Men økið er stórt og pallarnir nógvir.
Og eisini kundi ein umhugsað, hvørt tað skal vera møguligt at sleppa inn til tær einstøku konsertirnar.
Asfaltið liggur klárt til næsta ár. Tað er bara at bøta møguligar holur!!