Tíð at tekna seg til eystanstevnu- framsýningina

Tíðindaskriv

Listaframsýningin á Eystanstevnu verður í Runavíkar Skúla leygardagin 15. juni og sunnudagin 16. juni.
Tað er Fimleikafelagið Støkk av Glyvrum, sum skipar fyri framsýningini og tekur sær av øllum tí praktiska í sambandi við hana.
Tey, sum hava hug til at sýna listaverk síni fram, kunnu boða frá á tlf. 448701 ella 448502 skjótast gjørligt og í seinasta lagi 7. juni.
Av tí at plássið er avmarkað, kann tað gerast neyðugt at velja millum tey innkomnu verkini.
Tað er ein treyt, at myndirnar eru upprunamyndir.
Tíðin er knøpp, tá ið farið verður at heingja upp, og tí er sera umráðandi, at myndirnar eru klárar, tá komið verður við teimum.
Listaframsýningin er opin leygardagin 15. juni kl. 17:00 til 20:00 og sunnudagin 16. juni kl. 15:00 til 20:00.
Myndaskráin er samstundis ein lutaseðil. Drigið verður, tá ið framsýningin endar. Vinningurin er ein málningur.