Løgtingsmaðurin, Bill Justinussen, hevur sett Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu, ein munnligan fyrispurning.
Í fyrsta lagi spyr løgtingsmaðurin, um landsstýriskvinnan ætlar sær at gera nakað fyri at steðga dálkandi útláti og órógvandi óljóði frá fremmandum skipum í føroyskum havnum, tá hetta eru skip, sum ikki lúka vanlig altjóða krøv hesum viðvíkjandi.
Í øðrum lagi spyr løgtingsmaðurin, hvørjar lógir, ásetingar ella sáttmálar skulu galda fyri, at Føroyar hava somu generellu viðurskifti hesum viðvíkjandi sum onnur lond hava.
Í viðmerkingum til fyrispurningin vísir løgtingsmaðurin á, at nakrar havnir í Føroyum liggja mitt inni í býnum/ bygdini, tí søguliga hoyra búsetingar og havnir saman.
- Fólk hava altíð búsett seg har, sum góð havnaviðurskifti, virksemi og arbeiðspláss eru. Og øvut hava havnir verið bygdar og útbygdar, har fólk og vinnulív eru.
Løgtingsmaðurin heldur tað tí vera neyðugt, at vinna og fólk hava eitt ávíst tol við hvørjum øðrum, tí rúm skal vera fyri báðum.
- Tó eru tað nøkur skip, sum brenna óvanliga skitið. Roykurin frá hesum skipum er kolasvartur. Liggur lotið inn móti landi, er ikki hugsingur um hjá teimum, sum búgva í økinum, til dømis at heingja klæðir út á snórin ella at hava børn sovandi úttan fyri í barnavogni.
Bill Justinussen vísir á, at roykurin stundum er so tjúkkur og ítøkiligir, at tú bæði smakkar og luktar hann. Hetta er tíverri alt ov vanligt at uppliva inni á Skálafjørðinum og er til tíðir helst sama skil aðrastaðni kring landið.
- Eisini er ein órógvandi støðugur gangur frá hesum skipum, sum tekur svøvnin frá teimum menniskjum, sum ikki tola slíkt óljóð. Vit eru øll ymisk. Fyri nøkur órógvar dálking og óljóð als ikki, meðan tað hjá øðrum er óúthaldiligt.
Løgtingsmaðurin heldur, at tá nú altjóða krøv eru, sum munandi avmarka slíka dálking og óljóð, er tað ein sjálvsøgn, at somu krøv skulu verða galdandi í Føroyum.