Uppi á tjaldingarøkinum á G! festivalinum sótu tríggir vinmenn í hvør sínum stóli úti í regninum og ótu grind og spik.
"Hetta er lívið. At sita soleiðis og eta grind er einki minni enn fantastiskt," sigur Jens Mohr av Argjum.
"Hetta er húsarvíkargrindin, sum var dripin í fjør. Mamma hevur skorið nakrar bitar niður, so hetta er avbera deiligt," sigur Djóni Højgaard, sum somuleiðis er av Argjum.
"Tíbetur kemur Paul Watson ikki fyrr enn í morgin," sigur Jóhan Brekstein av Velbastað flennandi og koyrir ein bita í munnin.
"Eg trúgvi, at vit fara at sita her fyri tað mesta. Slappa av og møta fólki her á tjaldingarøkinum," sigur Djóni.
"Men eg skal so, ið hvussu so er á tvær konsertir: Travis og Swangah Dangah. Satt at siga eri eg ikki so áhugaður í rest," sigur Jóhan.
"Tað besta við G! er heldur ikki júst konsertinar, men heldur tað at sita her, liva í nú'inum og innanda G! stemningin," leggur Jens aftrat