Tí brotnaðu myllurnar í Neshaga

Ein feilur frá framleiðaranum var orsøkin til, at tær báðar myllurnar í Neshaganum fingu skaða í ódnunum í vetur.

Eftir skaðan er nú staðfest, at tann sonevnda pitch-stongin var brotin á báðum teimum skaddu myllunum. Og orsøkin til hetta var, at stengurnar vóru skeivt monteraðar á verksmiðjuni ið framleiddi myllurnar, verður sagt úr SEV.

Henda skeiva monteringin hevur aftur givið bendingarávirkan í stongina, sum hevur givið tað tey kalla "udmattelsesbrud".

Orsakað av hesum tóku veingirnir ov nógvan vind á seg, og tá bremsuskipanin heldur ikki kláraði at halda veingjunum í læstari støðu, gjørdist støðan uppaftur verri. Eftir tað fóru myllurnar at mala frítt og langt út yvir tað sum tær toldu og við stórum skaða sum fylgju.

SEV leggur dent á, at pitsh-stongin á teirri triðju mylluni er kannað. Henda er heil og uttan skaðar, verður sagt.