Umborð
- Eg havi siglt øll míni bestu ár, og eg eri framvegis útróðrarmaður, nú eg eri farin um tey sjeyti fimm árini. Heilsan hevur verið góð, og mær dámar sera væl lívið sum útróðrarmaður. Eg ætli mær at rógva út, so leingi heilsan er til tað.
Soleiðis sigur Ebbe Rasmussen, sum burtur av hevur róð út úr Hesti seinstu 20 árini.
Tað eru serliga leiðirnar í Vágahavinum, hann hevur troytt, og lítið man vera at ivast í, at hann kennur hesar sum sín egna buksulumma.
- Eg avreiði fyri tað mesta í Miðvági, onkuntíð á Toftum, og viðhvørt fari eg til stuttleikar á flot onkran dagin og selji til marked í Havn. Í Vágsbotni fært tú altíð okkurt áhugavert prát, tí nógv fólk ferðast fram við bryggjukantinum.
Í gjár, tá vit hittu hann, var hann júst í holt við at fletta nakrar seyðir.
- Jú, tað gongur væl at fletta, men eg orki ikki so væl at tumma longur. Armarnir eru slitnir, sigur hann.
Sum 15 ára gamal fyri seksti árum síðan fór Ebbe umborð á Gamla Smyril, sum hevði dampmaskinu. Har var hann í eini tvey ár.
- Eg fór umborð sum messur, men endaði á dekkinum.
Eftir tíðina við Smyrli, fór hann við sluppini HM Stanley, sum var heimahoyrandi í Vági. Skipari var Kristian Joensen, róptur Koyti. Hann var av Bakka í Vági.
- Eg fekk soleiðis um endan av slupptíðini. Vit fóru fyrst á Suðurlandið á saltfiskaveiði við snøri, og síðan til Grønlands við línu, har vit fingu tríggjar ferðir upp í skipið. Vit landaðu tvær ferðir í Grønlandi og høvdu eina last heim við okkum um heystið.
Ebbe sigur, at teir høvdu fimm íslendingar umborð sum egnarar í Grønlandi.
- Hetta vóru óføra kvikir menn, og vit høvdu góðan fiskiskap. Tað vóru eisini onnur føroysk skip, sum høvdu íslendskar egnarar við hetta árið.
Hann sigur, at á heimferðini úr Grønlandi fingu teir brek á motorin, og tí sigldu teir bara við lítlari ferð.
- Tað var hálv sjaskut, og vit høvdu ímóti allan vegin. Ferðin úr Føroyingahavnini og heim til Reykjavíkar, har vit skuldu seta íslendingarnar av, tók heili 18 samdøgur. Vit vóru 19 mans við HM Stanley, og eg minnist, at maturin byrjaði at ganga undan.
Spurdur, um hann sum ungur hugsaði nógv um, at teir kanska fóru at gerast í uppisetri við mati, sigur hann:
- Nei, tað haldi eg ikki. Longu tá hevði tú hoyrt so nógvar sjómanssøgur um ymiskt, sum monnum hevði verið fyri, so eg kann ikki siga, at hetta fyribrigdi var heilt ókent í mínum hugaheimi.
Eftir túrarnar við sluppini, fór Ebbe at rógva út við 30 tonsaranum Njørði, sum hestmenn áttu.
- Vit royndu bara við línu, mest undir Føroyum, men vóru kortini einar tveir túrar um summarið í Íslandi á saltfiski. Vit vóru einir átta mans við Njørði, og vit egndu umborð.
Í eini 2 ár var hann við Njørði, sum seinni fór at sigla fyri Torshavns Mælkeforsyning & Margarinfabrik.
- Teir sigldu norður í Sundalagið, og eg haldi, at hestmenn seldu bátin, tá tann siglingin helt upp at.
Nú fór Ebbe við týska saltfiskatrolaranum Viking sum flekjari, og her sigldi hann í tvey fylgjandi summur.
- Vit vóru einir 8-9 føroyingar við hesum skipi sum flekjarar. Hetta dámdi mær væl, og eg haldi, at tað gekk betri og betri við málinum, sum tíðin leið. At enda gekk tað hampiliga væl at skilja og gera seg forstáiligan, sigur hann.
Viking royndi fyri tað mesta í Grønlandi, men skipið var eisini ein túr í Barentshavinum, meðan Ebbe var við.
- Hetta var um tað mundið, tá missioner Bæk var í Føroyingahavnini. Henda eina túrin, vit skuldu til Grønlands, skuldu vit hava sonin hjá honum, Bjarna Bæk, sum tá var blaðungur, yvir í Føroyingahavnina við okkum. Men hvat hendir? Tá ið vit hava siglt eitt lítið samdøgur ella so, fær skiparin boð frá reiðarínum um, at vit í staðin skulu í Barentshavið at royna.
Hann sigur, at her vóru eingi onnur ráð til at taka enn at leggja inn á Havnina við Bjarna, so hann ikki endaði við teimum í Barentshavinum!
Tey næstu 11 árini var Ebbe við bátaskipi í Føroyingahavnini í Grønlandi, sum tað varð rópt, tey fyrru árini við Marité og tey seinnu við Hvítubjørn.
- Vit fóru yvir við bátum, 10-mannaførum og onkrum seksæringi og fiskaðu og saltaðu upp í skipið.
Hann sigur, at teir vanliga fóru yvir um mánaðarskiftið mai/ juni og komu heimaftur seint um heystið.
- Nógvur toskur var at fáa í Grønlandi, og hetta var soleiðis eitt spennandi lív, sum mær dámdi ógvuliga væl. Vit fiskaðu ikki sunnudag. Tá høvdu vit frí og fóru kanska upp á land at hyggja okkum um. Vit lógu vanliga, har eingin bygd var, og einastu fólkini vit sóu, var onkur ferðandi, sum onkuntíð kom fram við. Tað kom eisini fyri, at onkur legði at borði hjá okkum.
Ebbe sigur, at honum dámdi hetta lívið í síni heild sera væl.
- Jákup á Dunga í Sandavági førdi Marité, og seinni førdi sonur hansara, Svabo, Hvítibjørn.
Hestmaðurin vísir á, at Marité var tiltikin lensari, sum hann tekur til. Tað merkir, at skipið bar seg ógvuliga væl í undangongu.
- Hetta komu vit eisini av álvara at merkja. Fyrsta ódnin, eg veit um, sum er navngivin – ódnin Flora – fekk fatur í okkum, tá vit á heimferð vóru staddir eystur úr Kappanum.
Hann sigur, at hetta var seint í sekstiárunum.
- Vit høvdu ódn undan, men so gott sjóskip var Marité í undangongu, at ikki so mikið sum ein fjøl brotnaði í teimum fýra bátunum, vit høvdu á dekkinum.
Tá nýbygningurin Fame kom, fór Ebbe við honum á rækjuveiði.
- John Dam førdi skipið á fyrsta túrinum. Hetta var ein spennandi tíð. Vit fiskaðu fyri tað mesta í Grønlandi og fingu heilt væl burtur úr. Onkran túr vóru vit við Svalbard, men har vóru rækjurnar smáttfallandi.
Ebbe var eisini við Fame eftir, at skipið varð selt til Kanada, og soleiðis var hann við rækjuskipinum í eini 4-5 ár tilsamans.
Eftir tíðina umborð á Fame, keypti Ebbe sær sum 57-58 ára gamal sína egna bát og fór at rógva út.
Og tað hevur hann gjørt øll árini síðan.
- Tey fyrstu árini var fiskakjallari í Hesti, og tá kundi tú sleppa av við veiðina í bygdini, men nú er langt síðan, at tann møguleikin ikki var longur.
Ebbe og sonur hansara Sverri eiga ein 33 fót Aqua Star bát saman, men sonurin arbeiðir í Havn og er bert við pápanum, tá hann hevur frí.
- Eg eri soleiðis fyri tað mesta einsamallur á útróðri, og tí royni eg nú eisini bara við snellu. Svensku snellurnar í bátinum dámar mær ógvuliga væl, sigur útróðrarmaðurin, Ebbe Rasmussen, sum ikki ætlar sær at leggja útróðurin á hillina, so leingi heilsan er góð.