Tá dagurin fer av kós

Tú aftrar teg kanska, og tað kennist, sum at hini tora ikki at tosa við teg um tað, sum er sárt.

- Nógv børn, ung og vaksin hava upplivað bæði likamligan og sálarligan løst og at missa onkran av sínum næstu. Tað kann vera trupult at tosa við onnur um tað. Tú aftrar teg kanska, og tað kennist, sum at hini tora ikki at tosa við teg um tað, sum er sárt.
 

Tað sigur Inge Kaldahl, sum fer at hava evnisdag í Veitsluhøllini á Landssjúkrahúsinum hósdagin 19. mai, har hon eisini fer at siga frá, hvussu hon arbeiðir við narrativari traumuviðgerð í familjuni.

 

- Hevur eitt barn ella eitt ungt fólk verið fyri likamligum ella sálarligum løsti, ella sjúka, misnýtsla ella missur hava rakt familjuna, kennist lívið ikki trygt longur. Ikki kann væntast, at tá eitt sindur er fráliðið, ”er vunnið á tí”.

 

Inge Kaldahl veit av royndum at siga, at sálarligi stoyturin ger vart við seg í mongum ymiskum førum og á ymiskan hátt, og tí eiga vit ikki at tiga burtur miss og sálarligan stoyt í familjuni.

 

Á evnisdegnum verður dentur lagdur á, hvussu tú kanst stuðla familjuni at fóta sær aftur, tá gerandisdagurin er farin av kós av sálarligum stoyti. Stoyti, ið hevur gjørt skilnað og tvístøður í familjuni, so samskiftið verður merkt av ov nógvum varsemi og óhepnum eyðkennum.

 

Meira um tiltakið kann lesast á heimasíðuni hjá Krabbameinsfelagnum - www. krabbamein.fo