Tað var Vígdis Biskopstø í Klaksvík, sum fekk fulla plátu í Gekka-spælinum í kvøld og slapp at snara hjólinum. Høvuðsvinningurin var á 500.000 krónur, og hon valdi at koyra allar pengarnar í ein og sama leyp - bláa leypin.
Kvinnan úr Klaksvík hevði annars møguleikan at deila høvuðsvinningin í teir tríggjar leyparnar við 200.000 krónum í hvørjum leypi.
Men, Vígdis Biskopstø vildi royna eydnuna fult út í kvøld, nú møguleikin var har.
Tá spælið varð liðugt, og hon hevði roynt allar tríggjar møguleikarnar, hevði hon heldur einki at angra. Seymurin á hjólinum rakti ongantíð á nakran leyp, tó at hann í øðrum drátti var nær við bláa leypin.
Í fyrsta drátti steðgaði hjólið á 20.000 krónum, sum faldað við trý hevði givið henni 60.000 krónur. Vígdis Biskopstø ivaðist eitt sindur, men helt at enda, at hon hevði hug at royna einaferð aftrat.
Í øðrum drátti steðgaði hjólið á 15.000 krónum, sum faldað við tvey hevði givið henni 30.000 krónur. Men, nú valdi kvinnan úr Klaksvík at taka triðja og seinasta møguleikan eisini.
Í triðja og seinasta drátti steðgaði hjólið á 10.000 krónum, sum eisini gjørdist vinningurin hjá Vígdis Biskopstø í kvøld. Hon takkaði fyri og helt, at hetta var ein góður vinningur, sum eisini gagnast væl.