Tað var ein stór avbjóðing fyri spælararnar eftir stóra vónbrotið móti Týsklandi, og tað var av stórum týdningi at vit stóðu saman í dag, segði Robbie Kean eftir dystin.
Nógv rokan hevur verið um venjaran og gitingarnar hava verið dúgligar, um Giovanni Trappatoni eisini fór at vera venjari eftir dystin.
Eg havi sagt alla tíðina, at tað er so týdningarmikið at standa sum ein maður, alt liðið sum tað er. Og tað haldi eg, at vit vístu í kvøld. Dreingirnir kundu lættliga fallið saman í kvøld, men tað gjørdu teir ikki. So fulla virðing fyri tí, segði Robbie Kean.
Men hvussu var so at spæla á kunstgrasi?
Ja, hetta er jú ein kunstgrasvøllur, men eg helt ikki hann var so galin at spæla á. Sum eg longu gjørdi greitt á tíðindafundinum í gjár, so haldi eg ikki, tað er tíðarhóskandi at spæla á slíkum vallum, tí eg haldi ikki, at tað er gott fyri spælararnar. Men tá tað er sagt, haldi eg, at hesin vøllurin er ikki so galin, segði Robbie Kean.
Hann helt ikki, at vindurin órógvaði so nógv.
Tað var eingin stormur, so tað órógvaði ikki so nógv. Hinvegin var tað sera týdningarmikið at fáa fyrsta málið, tí tað lat líkasum upp fyri øllum, segði Robbie Kean.
Hann nam við bóltin, tá næsta málið fór inn, men kortini ikki nóg mikið til at hann kundi ogna sær tað.
Eg nam líka við bóltin, men fyri meg var tað týdningarmiklasta, at hann endaði í netinum, segði Robbie Kean.
Hann heldur, at liðini, sum Írland skal kappast við, eru Svøríki og Eysturríki.
Vit vita jú, at Týskland eru favorittarnir, so tað ræður um at enda á øðrum plássi, staðfesti Robbie Kean eftir dystin í gjárkvøldið.