Fríggjadagin fekk Bárður Eklund, ið er undir útbúgving sum fotografur á Danmarks Journalisthøjskole í Århus, heiðurin at gerast ársins portrettfotografur í Danmark.
Heiðurin fekk hann fyri eina mynd av donsku sjónleikarakvinnuni Judy Gringer, sum var nógv frammi í fimmti- og sekstiárunum. Myndin var tikin seinasta summar, meðan Bárður Eklund var í starvsvenjing á danska blaðnum BT.
Poetisk mynd
Dómararnir, ið allir eru viðurkendir fotografar, løgdu stóran dent á, at portrettmyndin hjá Bárði Eklund av donsku sjónleikarakvinnuni hevur ein serligan nærleika. Droymandi eygnabráið og rukkurnar á bringuni, ið einaferð vóru sereyðkenni hennara, eru sigandi smálutir, ið fotografurin hevur fangað.
Ella, sum Bárður tekur til, so er hetta við til at geva eina mynd av eini "falleraðari stjørnu".
Judy Gringer var einaferð ein stjørna, men seinnu mongu árini hevur hon havt eitt hart lív. Og tað er júst harða lívið og aldurdómurin, ið skýnur ígjøgnum myndina av tí einaferð so eggjandi sjónleikarakvinnuni. Bárður greiðir soleiðis frá:
- Myndin varð tikin í samband við at ein journalistur á BT skuldi gera eitt portrett av Judy Gringer, har hon greiddi frá lívi sínum. Sjálvur kendi eg ikki hennara lívssøgu frammanundan, men hana mátti eg hoyra, áðrenn eg kundi taka myndina. Men tá eg so hevði hoyrt hennara søgu, visti eg, hvussu myndin skuldi vera.
Samrøðan varð gjørd á eini cafe, og dagin fyri vitjaði Bárður Eklund staðið, so hann var fyrireikaður, tá myndin skuldi takast.
- At taka eina góða portrettmynd krevur tíð og fyrireiking. Tú mást vita nakað um persónin, og viðkomandi má vera tryggur við teg sum fotograf, greiðir Bárður Eklund frá.
- Skal tað vera ein mynd, sum sigur nakað serligt, sum skilir seg út og sum fólk minnast, so tekur tað tíð, vísir Bárður Eklund á.
Hann nýtti ein dag til myndina av Judy Gringer, men tíverri eru sjáldan umstøður til at nýta so nógva tíð.
Bredal var favorittur
Væl yvir 2000 myndir komu inn til kappingina um at gerast ársins mynd í Danmark. Sjálvur sendi Bárður Eklund tilsamans 11 portrettmyndir inn til kappingina.
- Myndin, ið eg hevði bestu vónir um, var eitt portrett av sundurbukaða andlitinum hjá boksaranum Johnny Bredal, ið var tikin dagin eftir at hann gjørdist heimsmeistari, sigur Bárður Eklund.
Føroyski fotografurin gjørdist eitt sindur spentur, tá hann fyri mánað síðan fekk at vita, at hansara myndir vóru valdar burturúr rúgvuni, og skuldu kappast um stóra heiðurin, men síðan hevur hann havt so um at vera, at stundir ikki hava verið at hugsa so nógv um kappingina.
- Tí var sera stuttligt, at tað skuldi eydnast. Eg taki tað sum eitt stórt herðaklapp og ein viðurkenning av mínum arbeiði. Nakað, ið sjáldan eru stundir til í einum stressaðum gerandisdegi, sigur Bárður Eklund og heldur fram:
- Hetta gevur einum hug til at halda fram við at gera sítt besta, og ikki sláa seg til tols við tað næstbesta.
Opnar dyr
Bárður Eklund sigur, at heiðurin kann vera við til at lata nakrar dyr upp fyri sær.
- Í Danmark eru heilt nógvir sera dugnaligir fotografar. Ein tílíkur heiður kann gera, at ein ikki er so "anonymur" í mongdini.
Bárður Eklund sigur, at hann hevur lagt seg eftir at fáa sín egna stíl. Honum dámar best reportagu-myndirnar, har møguleiki er at fylgja einum ella fleiri persónum í longri tíð. Men av tí at hetta er rættuliga tíðarkrevjandi, er sjáldan møguleiki at gera góðar reportagur. Men eisini dámar Bárði Eklund sera væl portrettmyndirnar.
Á samkomu í Odense fríggjadagin vóru somuleiðis valdar bestu myndirnar í Danmark í ár innan hesar greinar: ársins pressumynd, tíðindamynd, ítróttarmynd, featuremynd, gerandismynd og portrett. Harumframt vóru eisini vald bestu sjónvarpsfotografar og besti "visuelli journalistikkur".
Framsýningin við bestu myndunum í Danmark seinasta árið verður nú sýnd fram í fleiri donskum býum. Síðan fara myndirnar at prýða veggirnar á Danmarks Journalisthøjskole.
Umframt heiðurin fær Bárður Eklund virðislønina hjá Århus Kommunu.