Á aldargomlum holumálaríum síggjast tekningar av holufólki, sum veiddu fortíðar ullintu nashyrningarnar og mamuttar, sum er útdeytt fílaslag. Hildið hevur verið, at stór veiða eftir hesum dýrum var orsøkin til, at tey doyðu út. Men, nýggj gransking bendir á, at veðurlagsbroytingar vóru ein nógv størri hóttan móti hesum ullintu kempum.
Eitt lið av granskarum á Centre for Palaeogenetics í Stokkhólmi hava nú kannað vevnað, bein og skinn á 14 ullintum nashyrningum. Tey hava genetiskt - ella við dna - roynt at loyst gátuna um, hví hesi dýr doyðu út. Roynt hevur soleiðis verið at funnið út av, hvat tað í veruleikanum var, sum hótti hesi djór.
Í tíðindaskrivi um hesar kanningar, sum videnskab.dk endurgevur, verður sagt, at dna-royndir vísa á, at veðurlagsbroytingar kunnu hava verið ein týðandi orsøk til, at ullintu nashyrningarnir doyðu út. Hildið hevur verið, at fyrstu menniskju vóru í Sibiria, har hesir nashyrningar livdu, fyri umleið 14.000 til 15.000 árum síðan. Seinni eru spor funnin av menniskjum í Sibiria, sum hildið verður eru eini 30.000 ára gomul.
- Vit hava kortlagt arvagóðs hjá ullintu nashyrningunum fyri at kunna gera okkum eina meting av stovninum, sigur Edana Lord, ph.d.-lesandi á Centre for Palaeogenetics í tíðindaskrivinum, sum millum granskararnar, ið hava kannað ullintu kempurnar.
Hon vísir á, at tá farið verður 18.500 ár aftur í tíðina, eru ongar ábendingar um, at stovnurin hevur verið hóttur. Okkara dátur røkka bert 18.500 ár aftur í tíðina, og hetta er umleið 4.500 ár fyri, at ullinti nashyrningurin doyði út.
- Nýggju kanningarnar vísa, at genetisku úrbregðini - ella mutatiónirnar - hava lagað ullintu nashyrningarnar til eitt kalt veðurlag, og at dýrini doyðu út í einum tíðarskeiði við meira hita á jørðini.
Granskarar aftan fyri verkætlanina fara nú at útvega sær royndir av nashyrningum, sum eru millum 18.000 og 14.000 ára gamlir, tí tey meta, at tað er í hesum tíðarskeiði, at stovnurin minkaði og seinni doyði út. - Vit vita, at veðurlag broytir nógv, men spurningurin er, hvussu ymisku djórasløgini vórðu ávirkað, og hvat hesi høvdu til felags, siga granskararnir.
Úrslitini hjá granskarunum á Centre for Palaeogenetics í Stokkhólmi eru almannakunngjørd í vísindaliga tíðarritinum, Current Biology.