Tá ein politiskt livir við og av eini 0-loysn

Nú er skjótt nóg mikið av tíð og orku brúkt uppá at hyggja afturlítandi stundin er komin at hyggja fram. Tó vil eg enda hetta kjaki við hesum viðmerkingum.

Poul Michelsen
løgtingsmaður

Tjóðveldisflokkurin sat í 6 ár og í allarbestu búðskapartíð við ábyrgdini av at loysa hølistørvin hjá tekniskaskúla, handilsskúlanum og studentaskúlanum í Havn. Onki kom burturúr eyðsæð er nú, at hetta skyldast innanhýsis klandri í tjóðveldisflokkurin um skúladepilin í Marknagili.
Nú er málið tikið úr hondum tjóðveldisflokksins og loyst.

Tjóðveldisflokkurin sat við politiska valdinum í mentamálum í 6 ár. Talan er um 6 feit búðskaparlig ár, og talan er um eina tíð, har hølisviðurskiftini hjá tekniska skúla, handilsskúlanum og studentaskúlanum vóru kaotisk.
Onki kom burturúr, og hølisviðurskiftini til miðnámsútbúgvingar í Havn eru av somu orsøk út av lagi vánalig. Avleiðingin er, at eitt stórt tal av næmingum ikki sleppa inn á skúlarnar at nema sær ætlaða útbúgving.
Hetta er vónandi tað, sum nívur tjóðveldisflokkin ídag.

Tey, sum hava fylgt við skúladepilsmálinum, kunnu síggja, at orsøkin fyri at onki kom burturúr hesi 6 ár einamest skyldast innanhýsis klandur í Tjóðveldisflokkinum. Klandur um hvør skúli skal inn í depilin í Marknagili, hvussu skúlarnir skulu skipast, hvussu teir skulu fíggjast o.s.v.
Fólkaflokkurin hevur í hvussu so er gjørt sítt, fyri at miðnámsskúlarnir skuldu fáa sín tørv nøktaðan.
Nú er so málið um skúladepilin í Marknagili tikið úr hondum Tjóðveldisfloksins og loyst.
At Tjóðveldisflokkurin politiskt kann liva við eini O-loysn er sjón fyri søgn. Men fólkaflokkurin hvørki kann ella vil góðtaka slíkt.
Tó skal eg takka teimum 3 tjóðveldistingfólkum, sum til 3. viðgerð atkvøddu fyri skúlabyggingini í Marknagili.

Ein lýsing og ikki eitt projekt.
Í eini roynd at vísa á, at ikki heilt onki kom burturúr, tá tjóðveldisflokkurin sat við mentamálum, hevur Annita á Fríðriksmørk fleiri ferðir víst á, at eitt fullfíggja projekt fyrilá, tá henda samgonga tók við, og alt var klárt at byrja. Eisini her fer Annita lætt um sannleikan talan er um eitt skitsuprojekt, sum lýsir hølistørvin hjá skúlunum.
Projektið var hvørki arkitektoniskt, tekniskt ella búðskaparliga gjøgnumarbeitt. Talan var og er um eina lýsing av skúlatørvinum hvørki meir ella minni.
Fyrireikingararbeiðið er tó á ongan hátt burturspilt. Sjálvt um studentaskúlin ikki er við í fyrsta umfari, so er samtykt, at ætlanin skal taka hædd fyri,at hesin kann flyta inn í depilin í Marknagili seinni.


Trætar við seg sjálvan
Tað kennist eitt sindur løgi at tjóðveldisflokkurin, sum varðar av lógini Yrkisskúlar frá 1998, trætar við seg sjálvan, um lógin sum er gjørd til yrkisskúlar skal brúkast til yrkisskúlar.
At ein kann gera sær so stórar trupulleikar er ófatiligt. Um vit lesa lógartekstin og viðmerkingarnar, so síggja vit, at lógin er býtt upp í 6 kapitlar. Kapitlarnir umfata : Góðkenning av yrkisskúlum, leiðsluviðurskifti, stuðul, roknskapur og grannskoðan, ymsar ásetingar og gildissetan. Eitt væl greinað lógarverk, sum saman við viðmerkingunum greitt lýsir, at júst henda lógin er gjørd til endamálið nevnliga at fíggja sjálvsognarstovnunum sum byggja og reka yrkisskúlar í Marknagili.
Enntá er lógin soleiðs orðað, at hon tekur hædd fyri, at kommunan kann luttaka í verkætlanini. Og hetta verður neyðugt, um byggingin skal gerast veruleiki.
So meðan Tjóðveldisflokkurin trætar við seg sjálvan um yrkisskúlalógin kann brúkast til yrkisskúlar ella ikki, byggja vit skúladepil í Marknagili.

Seinasta hondgranatin.
Undir viðgerðini í tinginum fann tjóðveldisflokkurin eitt nýtt politiskt vápn at steðga depilsætlanini. Karsten Hansen hevði funnið út av, at byggingin kom at kosta munandi meira, um bygt varð eftir lógini um yrkisskúlar.
Víst var á, at bankaráðgevarar høvdu roknað út, at rentukostnaðurin kom at verða einar 60 70 mill. krónur størri enn neyðugt.
Tjóðveldisflokkurin brúkti ein heilan seinnapart at føra henda pástand fram. Eftir tógvið stríð eydnaðist at sannføra tjóðveldistingfólk um, at talan varð um ein roknifeil uppá útvið 50 mill - alt eftir hvussu nettorenturoknstykki sær út.
Ein kann undra seg yvir, hví so kreativur rokniháttur skal hálast úr skuffuni men tá vanlig argumentir ikki røkka longur - verður í neyðini so nógv nýtt.
Samanumtikið kann sigast, at skúladepilin í Marknagili ikki hevur styrkt um trúðvirði hjá Tjóðveldis-flokkinum, og eg havi ilt við at síggja, hvat endamálið hjá flokkinum er, men fakta er, at øll stig tikin av tjóðveldisflokkinum í hesum máli - vildu forkomið skúladeplinum í Marknagili.
At Sjálvstýrisflokkurin og Miðflokkurin eisini vendu skúladeplinum í Marknagili bakið er at harmast um, men frá teimum varð ikki roknað við so stórari hjálp.

Tavshed er guld
Haldi als ikki at Finnur Helmsdal er Havnini fíggindaliga sinnaður tvørturímóti.
Tó koma vit ikki uttanum, at Finnur eins og floksfelagar hansara - í hesum málinum um skúladepilin í Marknagili, ikki hava verið positivir.
Sjálvsagt skal ein tingmaður hava eina meining um flest øll mál, men um ein ikki er nóg væl kunnaður um málið ber til at vera meira varðin.
Tað haldi eg, at Finnur skuldi hugsa um tá hann mitt undir viðgerðini av skúlabyggingini í Marknagili - valdi at stuðla Tobba í at flyta Tekniska skúla til Klaksvíkar.
Kanska var betri at tagt ella ?

Hetta verða seinastu viðmerkingar mínir um skúladepilin í Marknagili á hesum sinni nú er at hyggja fram og brúka teir møguleikar, sum løgtingslógin nr 112 frá 5. mai, 2006 hevur givið okkum.