DVD-útgávan inniheldur ein ávísan kronologiska gjøgnumgongd av tónleikasøguni, her verður tó farið sera skjótt gjøgnum tey fyrstu 950 árini, men serliga punktónleikurin í Íslandi í 80inum var áhugaverdur, ella áhugavert at her var ein slík sena. Her vóru eisini modernaðar rørslur sum surrealisman sterk, harav komu bólkar sum Sugarcubes við Björk á odda. Eisini høvundin Sjón er við í filminum, hann var ein partur av bæði punk- og surrealistisku rørsluni.
Sigur Rós fáa langa viðgerð og spæla bæði væl og leingi.
Eitt sum eg heldur ikki visti so nógv um var stóra elektroniska senan í Íslandi, við nøvnum sum Travbant, Quarashi, Múm v.m. Heldur ikki kendi eg nakað til heavysenuna í Íslandi.
Sterkasti trumfurin á útgávuni eru samrøðurnar við útlendingar og ikki minst umfatandi eykatilfarið, har farið verður aftur um nøvn, bólkar og rokk- og tónleikasøguna hjá grannalandinum fyri norðan. Men nógv av eykatilfarinum er eisini við í filminum, so
Hetta er ein sera áhugaverd tónleikafløga. Kanska her er heldur nógvir bólkar, men sum heild, so er hetta ein væl framleidd DVD-útgáva.
***** (*)
5 stjørnur av 6
Screaming Masterpiece
- 1000 years of Icelandic Popular Music.
Upprunaheiti: Gangandi Snilld, 2005.
Eftir: Ari Alexander Ergis Magnússon.
Dolby Digital ljóð. 87 minuttir pluss eykatilfar.