Tí er talan um leasing

Fíggjarligi veruleikin aftanfyri lógaruppskotið um havrannsóknarskip bendir á, at talan er um fíggjarliga leasing, metir Jørmann Petersen, statsaut. revisor hjá Januar. Tí eigur alt havrannsóknarskipið inn í fíggjarkarmarnar

- Innihaldið í avtaluni skal síggjast fram um formligu viðurskiftini. Tað eru sostatt teir fíggjarligu veruleikarnir, heldur enn formligu eigaraviðurskiftini, sum eru avgerandi fyri, um ein leasingavtala skal viðgerast sum eitt lánifíggjað keyp av eini ogn, ella sum ein leiguavtala.
Tað sigur Jørmann Petersen, statsaut. revisor hjá grannskoðarafyritøkuni Januar.
Sosialurin hevur biðið grannskoðaran hyggja nærri eftir lógaruppskotinum og tí leisti, sum landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum ætlar at brúka fyri nýggja havrannsóknarskipið. Tað er gjørt við støði í roknskaparligum ásetingum um fíggjarlig og operationella leasing.
Lógaruppskotið hjá Jacob Vestergaard leggur í stuttum upp til, at landið skal langtíðarleiga skipið í upp til 20 ár. Tað skal byggjast eftir útbjóðingartilfarinum hjá Havstovuni. Landsstýrismaðurin skal tryggja sær keypsrætt til skipið. Árliga leigan skal vera í mesta lagi 12 milliónir, umframt í mesta lagi aðrar 13 milliónir til rakstur og viðlíkahald. Sambært tilfarinum fer tað at kosta umleið 200 milliónir krónur at byggja skipið.
Jørmann Petersen hevur sett indikatiónir uppá fíggjarliga leasing upp ímóti nevnda lógaruppskotoinum hjá landsstýrismanninum. Leisturin peikar beint ímóti, at talan er um fíggjarliga leasing:
- Tað er lítil og ongin ivi um, at leasingtakarin vil yvirtaka ognina, tá avtalan gongur út. Leasingtíðarskeiðið dekkar stóran part av ”økonomisku livitíðini” hjá skipinum. Nútíðarvirðið av gjaldingunum til leasinggevara svarar stórt sæð til kostvirðið á ognini. Leasaða ognin er so serútgjørd, at bert leasingtakarin kann brúka hana, sigur Jørmann Petersen.
Niðurstøðan hjá statsaut. grannskoðaranum er tí greið:
- Tað eru fleiri viðurskifti, sum benda á, at talan er um fíggjarliga leasing, staðfestir Jørmann Petersen, og peikar serliga á nøkur viðurskifti:
- Ræðisrætturin á skipinum og keypsrætturin til skipið. Leasingtíðarskeiðið dekkar stóran part av livitíðini, nútíðarvirðið svarar stórt sæð til kostvirðið, og harumframt er skipið serútgjørt til vísindalig endamál.
Sambært roknskaparlóggávuni hjá tí almenna, so skal øll útreiðslan takast við á fíggjarlógina, tá talan er um fíggjarliga leasing. Tað merkir, at øll íløgan í havrannsóknarskipið, umleið 200 milliónir krónur, skal førast inn í fíggjarkarmarnar og harvið fíggjarlógina næstu árini.


FAKTA:
Definitión av fíggjarligari leasing
Allir ty?ðandi vandar og fyrimunir við at hava bru?ksrættin til ognina verða yvirførdar til leasingtakaran, ho?ast ognin formliga og juridiskt ikki skiftir eigara. Leasinggevarin gevur leasingtakara bru?ksrættin av ognini i? eitt avtalað ti?ðarskeið við at fa?a leasinggjald.

FAKTA:
Sambært aðtjo?ða roknskaparstandardin IAS 17 viðvi?kjandi leasing eru fylgjandi indikatorar uppa? fi?ggjarliga leasing
• Li?til og ongin ivi er um, at leasingtakarin vil yvirtaka ognina, ta? leasingavtalan gongur u?t
• leasingtakarin hevur ein lagaligan keypsmøguleika ta? avtalan gongur u?t
• leasingti?ðarskeiðið dekkar sto?ran part av ognsins økonomisku liviti?ð (vanliga 75% ella meira)
• Nu?ti?ðarvirðið av minimumsgjaldingunum til leasinggevara svarar sto?rt sæð til kostvirði a? ognini (vanliga 90% ella meira)
• Leasaða ognin er so seru?tgjørd, at bert leasingtakari kann bru?ka hana
• Leasingtakarin ber tap hja? leasinggevara, ta? leasingavtalan gongur u?t