Pipar&Salt
Rógvi Nybo
Tá Pipar & Salt fyri 12 árum síðani fyrstu fer varð varpað út í hvørja stovu í Føroyum, mundi fáur varnast við, at tey vóru vitni til ein glantrileik, sum eisini fór at vera fólkaogn í 2010.
Í gjárkvøldið vóru 1000 fólk vitni til eitt stórt show í Høllini á Nabb, sum vísti, at tólv ár eldri er Pipar & Salt enn feskt í minninum, sprelllivandi og at fleiri av stuttligu persónligheitunum, sum hava sæð dagsins ljós millum ár og dag, enn klára at fáa smílibondini at arbeiða.
Annan páskadag 2010 staðfesti Esmar Eysturoy fyri síni elskaðu Guðrun, sum hann hevur kallað bæði eitt og annað ljótt, at – tú ert betri enn einki.
Stórar vónir
Brúdleypið hjá Esmar Eysturoy og Guðrun má sigast at vera ein stórur blandaður posi av bommi.
Tá tú fert til eina Pipar & Salt framførslu, er tað ikki frítt, at tú væntar tær nógv.
Gjøgnum ár og dag hava vit møtt fleiri nýggjum persónligheitum, og hava fingið fleiri landaplágur sendar út. Og fyri ikki at tosa um tær 22 útseldu sýningarnar í Norðurlandahúsinum í 2005, sum eru farnar í søguna sum legendariskar. Hetta ávirkar sjálvandi, hvat tú væntar tær, tá tú fert til eitt show sum hetta. Hetta leggur eisini stórt trýst á teir báðar Sjúrð og Jákup at levera.
Ótrúlig evnir
Sjúrður Skaale og Jákup Veyhe eiga rós uppiborið fyri ótrúliga stór skapanarevni.
At tveir manns í einari og samari sketsj kunnu spæla ótrúligar 25 fullkomiliga ymiskar og originalar leiklutir, er einki minni enn eitt bragd. Hetta sigur heldur ikki so lítið um hvørji evni hesir báðir hava á pallinum.
Saman við góðum tónleikarum sum Showmenn og Finnur Hansen, umframt tær báðar Maluna Eyðunsdóttir og Maluna Thomsen, talar alt fyri kvaliteti, longu áðrenn farið verður á pall.
So er stóri spurningurin bert, um teir kláraðu at levera vøruna í gjár, ella um endaligi dómurin skal vera tann sami um showið, sum hjá Esmari um Guðrun – at tú ert betri enn einki.
Javnt stuttligt
Brúdeypið hjá Esmar Eysturoy og Guðrun varar í 100 minuttir. Eg kann róligt viðganga, at eg ongantíð hesar 100 minuttirnar á nakran hátt keddi meg. Tvørturímóti.
Hvør leiklutur er somikið stutt á pallinum, at tú nær ikki at keðast av honum, áðrenn brádliga ein nýggjur stendur frammanfyri tær. Skiftið millum teir nógvu leiklutirnar gongur við teirri rúkandi ferð, og sjáldan vardi nakar steðgur longri enn gott 20 sekund.
Frá byrjan til enda á brúdleypinum siti eg javnan og smáflenni. Ongantíð sleppur áskoðarin at fella heilt niður á gólv. Hinvegin haldi eg at nógvu og gomlu sangirnir taka broddin úr tí skemtiliga. Eg kom ongantíð hartil, at eg var um at eg eri um at brotna, sum eg onkuntíð fyrr havi verið, tá eg havi hugt eftir Pipar&Salt.
Hinvegin skal eg siga, at eg legði merki til at fleiri av fólkunum rundanum meg ta einu løtuna høvdu ilt við at anda, sum tey flentu. Men fyri meg virkaði tað ikki heilt. Fyri meg var tað javnt stuttligt, men uttan nakrantíð at koma heilt upp á toppin.
For lítið nýtt
Skal eg kunna vísa á eitt av veiku punktunum í øllum shownum, so er tað at har til tíðir er for nógv av tí, sum vit longu hava hoyrt. Tú kennir hatta við, at ein krønika er ikki líka stuttlig aðru og triðju ferð, tú hoyrir hana. Tú flennir við, men ert ikki líka ovfarin, sum fyrstu ferð tú hoyrdi hana.
Ta somu kensluna havi eg eitt sindur eftir brúdleypið hjá Esmar Eysturoy og Guðrun. Tónleikurin var, fyri tað nógva, gomlu hittini hjá Pipar&Salt. Og tónleikurin er ikki beinleiðis stuttligur.
Hinvegin er tónleikurin hjá Pipari&Salt góður. Og tá eg sigi, at hetta er eitt av teimum veiku punktunum, so er tað upp á ein máta rós til manningina aftanfyri Pipar&Salt. Tí tónleikurin er góður. Hetta eru løg, sum hava plágað alt landið, tá tey komu fram, og tú verður ikki troyttur av at hoyra løgnu løgini ummaftur.
Nógv betri enn einki
Eftir at hava sovið upp á showið, eri eg sannførdur um, at Brúdleypið hjá Esmar og Guðrun er betri enn einki. Rættiliga nógv betri.
Eg eri eisini sannførdur um, at í øllum førum 998 av hinum fólkunum í høllini á Hálsi halda tað sama - Jú, har er altíð ein, sum heldur at tað var hvørki vert eitt ella annað, og friður verið við honum.
Spurningurin er so, um hetta er eitt gott show. Mítt greiða svar er ja. Er hetta eitt fantastiskt show. Nei. Er Brúdleypið hjá Esmar og Guðrun fyri 220 krónur í undirhaldi? Tað er eingin ivi í míni sál um, at hetta eru væl brúktir pengar.
Brúdleypið hjá Esmar og Gurðun er gott. Heilt gott. Ikki fantastiskt, men nógv betri enn einki.
24
ymiskir leiklutir
Gjøgnum brúdleypið hjá Esmari og Guðrun, spæla Jákup Veyhe og Sjúrður Skaale heilar 24 ymsar leiklutir, sum vit kenna aftur úr gomlum Pipar&Salt sendingum, Eg Elski Förjar og øðrum.